Eitt nýtt stríð um makrel er nú byrjað

Brotasjógvarnir í drúgva stríðnum um makrelin hava nóg illa lagt seg, nú strandalondini longu aftur eru farin til samráðingarborðið. - Vit vita so nøkulunda, hvar ”pínumarkið” er, og vit vilja í øllum førum hava ein munandi størri part av heildarkvotuni enn tað, vit høvdu í avtaluni fyri 2009, sigur landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard

SAMRÁÐINGAR

Eftir at embætisfólk og umboð fyri føroyskt vinnulív hava samráðst við Noreg, ES og Ísland um býtið av felagskvotuni av makreli fyri 2011, er greitt, at eingin semja fekst á hesum fyrsta fundarumfarinum, sum var í London mikudagin og hósdagin í hesi vikuni.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, sum ikki beinleiðis hevur luttikið í samráðingunum, sigur, at fundirnir hesaferð endaðu uttan, at komið varð á mál.
- Eg havi skilt, at partarnir hava tosað saman um at hittast aftur í London seinni í hesum mánaðinum.
Landsstýrismaðurin vísir á, at áðrenn makrelsamráðingarnar byrjaðu, var fundur um kongafisk, ið heldur ikki førdi til semju millum londini, sum umsita kongafiskaveiði í Irmingarhavinum og í altjóða sjógvi norðanfyri.
- Samráðingarnar um kongafiskin verða nú tiknar uppaftur, og síðan verða samráðingar um svartkjaft og sild. Tá hesar samráðingar hava verið, verður helst enn ein roynd gjørd at finna semju um býtið av felagskvotuni av makreli.
Jacob Vestergaard sigur, at allar hesar samráðingar eru í London, og tær liggja so mikið tættar, at føroysku umboðini helst vera verandi í London, til nýggjar makrelsamráðingar verða tiknar uppaftur.

Langur vegur
- Eg havi skilt, at hóast samráðingarnar um makrelin ikki førdu á mál á hesum sinni, hevur talan verið um konstruktivari fundir, enn vit annars kenna til í makrelhøpi. Hetta halda vit er positivt.
Spurdur, um Noreg og ES kanska geva sær størri far um føroysku ynskini og krøvini, nú føroysk skip við fiskiskapi av eginkvotu hava prógvað, at nógvur makrelur hevur verið í føroyskum sjógvi, sigur hann, at okkurt kundi bent á, at so er.
- Í ár er vísundaliga staðfest, at makrelur gýtir víða um í føroyskum øki, og eisini hava vit fingið staðfest, at nógvur makrelur kann veiðast í føroyskum sjógvi.
Landsstýrismaðurin vísir á, at bæði Noreg og ES nú munnu hava sæð skriftina á vegginum og vita, at neyðugt er hjá londunum at flyta seg, um nøkur semja skal fáast í lag millum strandalondini um býtið av makrelinum.
- Sjálvandi vóna vit, at komið verður á mál, men lítið er at ivast í, at vegurin til semju, sum allir partar kunnu liva við, er langur og trupul. Enn er alt ov tíðliga at siga, hvussu leikur fer, sigur Jacob Vestergaard.

Ísland skal við
Ísland hevur ongantíð verið partur av strandalandasamstarvinum um makrelin, sum Føroyar komu við í fyri góðum 10 árum síðan, men seinnu árini hava íslendingar kortini fiskað rættiliga nógvan makrel í egnum sjógvi.
- Orsøkin til, at Ísland ikki hevur verið við í hesum samstarvi áður, er, at teir ikki hava havt nakran makrel at veiða. Men seinnu árini er hetta broytt. Tað er ein sannroynd, at væl hevur borið til at veitt makrel í íslendskum sjógvi seinnu árini.
Nú roynt verður at finna semju um nýggja strandalandaavtalu fyri 2011, situr Ísland eisini við samráðingarborðið og ynskir at gerast partur av eini avtalu.
Jacob Vestergaard dylur ikki fyri, at Noreg og ES gera tað rættiliga trupult at finna semju.
- Hesi lond halda seg framvegis eiga næstan allan makrelin, og við slíkum útgangsstøði kunnu samráðingarnar enn einaferð gerast rættiliga truplar.
Hann ásannar, at Føroyar framvegis vilja hava ein størri part av felagskvotuni, og tað kemur ikki upp á tal, at Føroyar bert skulu fáa tillutað tey sløku 5%, sum vit høvdu í undarfarnu avtalu.
- Vit vilja hava ein størri part, samstundis sum Ísland skal koma við upp í samstarvið, og tá Noreg og ES ógvuliga treyðugt vilja geva nakað frá sær, er greitt, at ógvuliga trupult verður at náa á mál.
Jacob Vestergaard er onga løtu í iva um, at Føroyar eiga ein størri part enn Ísland, tí íslendskt havøki framvegis eigur at roknast sum ein útjaðari í makrelhøpi, samstundis sum líkt er til, at føroyskt sjóøki er vorðið ein miðdepil fyri føðini hjá fiskinum.
- Tað vísti seg eisini, tá gýtingarleiðir vórðu kannaðar um okkara leiðir, at gýtingin minkaði burtur, tá komið varð longur norður.
Annað er so, vísir landsstýrismaðurin á, hvar makrelur søkir sína føði, og her er eingin ivi í hansara sál um, at rættiliga nógvur makrelur er farin at ferðast í føroyskum sjógvi og etur ein hóp av føði, meðan hann er her.

Kenna ”pínumarkið”
- Í norskum sjógvi er at kalla eingin gýting, men makrelurin etur eisini í norskum sjógvi. Tí halda norðmenn seg hava rætt til ein so stóran part av heildarkvotuni, sum teir seinnu árini eisini hava kannað sær. Nú eiga vit prógv fyri, at makrelur gýtir um meginpartin av føroyskum sjóøki, samstundis sum eingin ivast í, at ein veldug rúgva av makreli søkir sær føði her.
Tað vísti seg eisini, sigur Jacob Vestergaard, at nú Føroyar ásettu sær eginkvotu upp á 85.000 tons í ár, at føroyski parturin av kvotuni kundi fiskast upp við lutfalsliga fáum skipum eftir stuttari tíð – og enntá í at kalla reinari makrelveiði.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann hevur ikki gjørt endaliga av við seg sjálvan, hvussu stórur føroyski kvotuparturin skal verða fyri, at Føroyar skulu taka undir við eini nýggjari avtalu.
- Vit vita so nøkulunda, hvar ”pínumarkið” er, og neyðugt verður at síggja, soleiðis sum samráðingarnar ganga, hvat ber til. Men vit vilja í hvussu er hava ein munandi størri part enn tað, vit høvdu í avtaluni fyri 2009, sum var minni enn 5% av heildarkvotuni – og soleiðis alt ov lítil, sigur hann.
Jacob Vestergaard er tó ikki trekur at ásanna, at høvuðsgýtingarøkið hjá makreli framvegis er vestanfyri Írland, og at bert ein lutfalsliga lítil partur av velduga makrelstovninum gýtir í føroyskum sjóøki, tó at egg og larvur vóru at finna víða um í okkara sjógvi.
- Men hóast høvuðsgýtingarøkið framvegis er vestanfyri Írland, kunnu vit ikki síggja burtur frá teirri stóru nøgd av makreli, sum vit nú vita leitar sær føði í okkara sjógvi og soleiðis etur burtur av tí, sum annar fiskur skal hava at liva av. Bæði yvirlitstrolingar hjá Havstovuni í summar og eftirfylgjandi kanningar hava víst, at makrelur er um stóran part av føroyskum havøki.

Umfatandi kanningar
Býtið av makrelinum millum strandalond hevur sín uppruna langt aftur í tíðini, tá ferðingarmynstrið var heilt øðrvísi, enn tað er í dag. Hetta er allur sakkunnleiki her á landi sannførdur um, og hetta váttaði eisini Kjartan Hoydal, fiskifrøðingur og stjóri í NEAFC, yvirfyri Sosialinum fyrr í summar.
Hann segði, at hevði grundarlagið undir býtinum í dag verið eftirkannað, hevði býtislykilin avgjørt verið ein heilt annar.
- Men eitt er skjalatilfar. Annað er styrkin hjá londunum, segði hann í samrøðu við Rás2 og Sosialin.
Landsstýrismaðurin heldur, at øll londini, sum hava verið við í strandalandaavtaluni, skuldu stuðlað undir regluligar royndir fyri av nýggjum at fingið staðfest tær broytingar, sum verið hava í ferðingarmynstri og útbreiðslu av makreli.
- Kanningar skuldu verið gjørdar hvønn mánaða í árinum, soleiðis at haldgóð hagtøl vórðu fingið til vega, men ES heldur upp á, at felagsskapurin longu hevur ta vitan, sum er neyðug.
Jacob Vestergaard sigur at enda, at russar hava fiskað makrel undir Føroyum, síðan samstarvið við teir byrjaði í seinna helmingi av sjeytiárunum, og síðan fyrst í áttatiárunum hevur makrelveiðan hjá teimum verið skrásett.