Eitt nýtt bein at standa á

Skipasmiðjan á Skála er farin aftur á gamlar gøtur, nú teir byrja at smíða skip aftur. Næsti sáttmálin stendur møguliga á trappuni. Dánjal Andreasen, leiðari, váttar, at teir arbeiða við einum nýggjum sáttmála, og at vónirnar eru góðar um at fáa uppgávuna

Í morgun varð boðið til tíðindafund í kaffitovuni í Skipasmiðjuni á Skála. Hetta í samband við, at teir byrjaðu at skera stálið til nýggja hjálpar- & veitingarskipið hjá Thor, sum skal smíðast á Skála.
Dánjal Andreasen er leiðari á Skipasmiðjuni á Skála. Sosialurin fekk orðið á hann eftir móttøkuna í morgun.

Rørandi løta
- Nú eru vit komnir so langt. Her er veruligt veitslulag. Tú sært, at arbeiðsmenninir eru í góðum hýri, sigur Dánjal Andreasen.
- Eg havi starvast her í 4 ár. Summir hava verið her nógv longri, og teir hava eisini upplivað tað síðsta skipasmíðið, sum var í 1988. Tað er heilt vist, at hetta er ein rørandi løta fyri teir, sum hava verið á Skipasmiðjuni øll árini, sigur Dánjal.
- Teir ungu eru eisini sera spentir uppá hetta. Tað er ein stórur dagur fyri Skipasmiðjuna. Tú kanst siga, at vit hava fingið eitt eyka bein at standa á, sigur Dánjal.
Nógvar fyrireikingar hava verið gjørdar í samband við skipasmíðið. Skipasmiðjan hevur fingið eina veruliga yvirháling.
- Vit hava endurnýggjað útgerðina á Skipasmiðjuni. Tað er nógv vatn runnið í ánni síðani 1988, og tí noyddust vit at keypa nýggja útgerð. Vit hava hava brúkt 6-7 milliónir uppá at endurnýggjað Skipasmiðjuna, sigur Dánjal.

Næsti sáttmálin á trappuni?
Teir vóna, at hetta einans verður byrjanin, og at skipabygging aftur verður ein partur av gerandisdegnum á Skála.
- Tá ið hetta skipið verður liðugt 10. oktober næsta ár, vóna vit at byrja uppá tað næsta.
Spurdur, hvat hetta merkir meira ítøkiligt, svarar Dánjal:
- Vit eru longu byrjaðir at arbeiða uppá at fáa fleiri uppgávur. Vit eru í samráðingum um eitt nýtt skip, og vit hava góðar vónir um at fáa hetta arbeiðið. So um alt gongur eftir vild, kunnu vit byrja uppá næsta skipið, tá ið hetta verður liðugt, sigur hann.
Tríggir pólendingar eru á Skála í skrivandi stund. Mánadagin koma 25 aðrir til landið, og tá kemur veruligt glið á arbeiðið.