Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey bara tað eina línuskiipið inn at landa í morgin, men seinni í vikuni koma væntandi fleiri.
- Skipini fiska mest av tosk og hýsu, men fáa eisini nakað av longu og brosmu.
Marknaðurin veit at siga, at eitt línuskip er farið á Flemish Kap. Annars fara tey línuskip, sum enn liggja inni, til fiskiskap aftur, tá veðrið batnar.
Um útlitini til útróður, sigur Fiskamarknaður Føroya, at streymurin verður hampiligur í vikuni, sum kemur, men veðurútlitini eru einki serlig.
Tí verður heldur ikki roknað við nógvum útróðri teir næstu dagarnar.
- Møguliga verður nakað av útróðri miðskeiðis í vikuni, tí tá sær út til, at veðrið verður hampiligt. Bátarnir fáa mest sum bara tosk og hýsu, veit marknaðurin at siga.