Tá Norrøna kom á Havnina mánamorgunin, var tað ein gestur, sum ikki slapp í land.
Tað vísti seg, at eitt av ferðafólkunum ferðast við ólógligum pappírum.
- Tað var rættiliga eyðsæð, at skjølini hjá honum vóru følsk, sigur Hildur Hentze av løgreglustøðini í Havn.
Tá fingramerkini hjá manninum vóru tikin og kannaði, vísti tað seg, at hann hevði søkt um friðskjól fleiri staðni í Evropa, millum annað í Danmark. Tí skuldi hann sendast aftur hagar.
- Vanliga senda vit teir avstað á sama hátt, sum teir komu, so hann skuldi verið farin við Norrønu. Í hesum førinum hvødu vit tó løgreglufólk, sum skuldu tænastuferð til Danmarkar kortini, so teir tóku mannin við sær mánadagin, sigur Hildur Hentze.
Útgangsstøðið er, at fólk skulu burturvísast á markinum, men løgreglan helt, at tað var betri fyri mannin og í tráð við mannarættindi, at hann slepp at sita í varðhaldinum inntil løgreglumenninir tóku hann við sær mikudagin.
Rokningin verður tó send til Smyril Line.
- Teir hava tað, sum nevnist transportørábyrgd. Tað er teirra skylda at tryggja sær, at skjølini hjá ferðafólkunum eru í lagi. Tí mugu teir rinda rokningina fyri ferðina aftur til Danmarkar, sigur hon.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at flóttafólk royna at koma til Føroya ella Íslands við Norrønu. Tað hendir ikki ofta, men kortini javnan, at útlendingar verða steðgaðir við følskum skjølum ella afturhildin, tí illgruni er um, at tey ikki hava uupihaldsloyvi ella ferðaloyvi til Føroya og Íslands.