Eitt av betru avrikunum hjá EB/Streymi

(Rás2) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham seta orð á 2-2 javnleikin ímóti NSÍ

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi, Heðin Askham, ið sá sínar spælarar verða á odda 1-0 og 2-1 ímóti NSÍ, men máttu taka til takkar við tí eina stiginum aftaná javnleik 2-2.

 

Leikliga heldur Heðin Askham, at talan er um eitt hitt besta avrikið hjá EB/Streymi í ár.

 

Hann heldur, at tað er ergiligt, at liðið ikki fær ein sigur heim aftaná at hava verið á odda tvær ferðir í dystinum, og hartil havt ein risamøguleika í tíðini, ið dómarin legði aftrat.

 

Javnleikur er tó á einari leið, sambært Heðini Askham, og hann heldur, at talan var um ein undirhaldandi dyst í Hólmanum á Eiði. 

 

Samrøðan Rás2 gjørdi við málverjan hjá NSÍ, Tórður Thomsen hoyrist HER