Eitt 25 ára minni

Eftir at hava røkt starvið sum stjóri við Føroya Fólkaháskúla í 10 ár legði Steinbjørn B. Jacobsen frá sær. 20. juni í 1980 segði hann farvæl við sínar seinastu næmingar.
Steinbjørn B. Jacobsen tók við sum háskúlastjóri tann 1. apríl 1970 eftir Marius Johannesen, og segði starvið frá sær frá 1. august, tá nýggi stjórin, Torben Johannesen, lærari á Viðareiði, tók við.
Á myndini eru næmingar og lærarar frá seinasta skeiðnum. Steinbjørn sjálvur situr sjálvur fremst í miðjuni.
(Mynd: Myndaárbókin 1980 ? Árið ið fór)