Tað eru ikki bara prestar og starvsfólk í teirri katólsku kirkjuni í Danmark, sum hava gjørt seg kynsliga inn á børn og ung. Tey seinastu átta árini eru ein prestur og fýra onnur starvsfólk í donsku fólkakirkjuni dømd fyri at hava havt barnapornografiskt tilfar, fyri at vísa fyri sær, og í einum føri varð viðkomandi dømdur fyri aðra kynsliga samveru enn samlegu við eina gentu, sum var yngri enn 15 ár.
Tað skrivar Jyllands-Posturin, sum hevur fingið innlit í, hvørjar fráboðanir kirkjumálaráðið hevur fingið frá løgregluni um slík mál.
Umleið 14.000 fólk hava starv í donsku fólkakirkjui. Harafturat eru fleiri túsund onnur, sum ikki eru í føstum starvi, men sum kortini fáa løn fyri arbeiðið. Í landsfelagsskapinum Kristen Rådgivning for Incestofre og Seksuelt misbrugte (KRIS) ivast tey ikki í, at tilburðirnir við kynsaligum ágangi eru fleiri, at upplýsingarnar í Jyllands-Postinum vísa.
Formaðurin í KRIS, Vibeke Møller, sigur við blaðið, at sjálv hevur hon tosað við fimm ella seks fólk, sum hava verið fyri kyndligum ágangi frá medarbeiðarum í fólkakirkjuni.