Eirik Suni verður nýgjgur leiðari í Tilhaldinum

Eirik Suna Danielsen tekur við starvinum sum nýggjur leiðari í Tilhaldinum í Tórsgøtu hin 1. desember

Mynd: Torshavn.fo

Eirik Suni Danelsen gleðir seg til at fara til verka.

 

– Tilhaldið er eitt gott og fjølbroytt tilboð fyri eldri borgarar, sum er væl vitjað og væl dámt. Og eg eri vísur í at eg fari at stórtrívast í hesum starvinum, tí mær dámar væl at hava við fólk at gera. Hetta starvið hevur so nógv í sær, bæði tann menniskjansliga kontaktin og tænastuparturin, og samstundis eisini hetta við handverkinum og frálæruni, sigur hann við heimasíðuna hjá Tórshavnar kommunu. 

 

Eirik Suni Danielsen er 60 ára gamal, og hann er føddur og uppvaksin í Havn. 

 

Hann er útbúgvin timburmaður og hevur smíðað nøkur ár. Hann hevur eisini undirvíst úti á Timburdeildini á Tekniska Skúla, og í hesum sambandi tók hann pedagogikum niðri. Í nítiárunum fór hann aftur til Danmarkar at nema sær útbúgving sum byggifrøðingur, og arbeiddi síðani nøkur ár bæði niðri og heima. Síðani fór hann aftur at undirvísa á Tekniska Skúla, og í 2004 yvirtóku tey Gjáargarð og róku gistingarhús norðuri við Gjógv, í heili 15 ár.

 

(Kelda: Torshavn.fo)

 

Mynd: Torshavn.fo