Eins og fólkaatkvøða um fullveldi

Tjóðveldisflokkurin metir komandi løgtingsval sum eitt lagnuval í fullveldismálinum. Tjóðveldisflokkurin skal vera trygdin fyri, at gongdin á fullveldisleið heldur áfram. Flokkurin setir sítt álit á, at Javnaðarflokkurin vendir kós eftir valið, soleiðis at pláss verður fyri honum í einari komandi samgongu. Av vallyftum teljast lægri skattur og fleiri tryggjað rættindi

Valskrá

?Tjóðveldisflokkurin skal vera trygdin fyri fullveldistilgongdini. Tað finnst bara ein loysn viðvíkjandi teimum ríkisrættarligu viðurskiftunum.
Soleiðis ljóðaði tað frá tjóðveldisfólki, tá Tjóðveldisflokkurin legði sína valskrá fram til komandi løgtingsval.
Við slagorðunum virði vinna vælferð, hevur Tjóðveldisflokkurin evnað til eina valskrá til løgtingsval. Yvirskriftin í valskránni er lagnuvalið 2002.
Á tíðindafundi hósmorgunin legði floksformaðurin, Høgni Hoydal, valskránna fram. Til staðar vóru eisini løgtings- og landsstýrismenn floksins eins og nøkur valevni hjálptu til at fylla parnassið á Hafnia.
Saman við valskránni hevur Tjóðveldisflokkurin eisini útgivið tríggjar faldarar. Høgni Hoydal segði, at faldararnir vóru við til at afturvísa nakrar mýtur í sambandi við støðuna hjá føroyska samfelagnum og fullveldistilgongdina. Samstundis hevur Tjóðveldisflokkurin eisini dagført stevnuskránna Okkara land.
Tað er heldur ikki lítið í stendur at lesa í valskránni. Tjóðveldisflokkurin hevur nógvar og í flestum førum sera ítøkiligar ætlanir a øllum frontum tey komandi fýra árini.

Lagnuval
?Vit hava ongantíð verið nærri einum sjálvstøðugum og sjálvberandi Føroyum.
Hetta er fyrsti linja undir yvirskriftini lagnuvalið 2002 í valskrá Tjóðveldisfloksins. Flokkurin metir hetta valið sum lagnuvalið fyri fullveldi.
?Valið kann sammetast við eina fólkaatkvøðu um fullveldi, sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin er av teirri sannføring, at gongdin á fullveldisleið er komin langt ávegis, og tað hevur stóran týdning, at hendan gongdin heldur áfram. Flokkurin metir, at allar løgfrøðisligar og umsitingarligar fyrireikingar eru gjørdar. Tá búskapurin og samfelagið standa í besta blóma, so heldur Tjóðveldisflokkurin, at tíðin er komin til at taka avgerandi stig á fullveldisleiðini.
Hugtakið frælsi er eisini tætt knýtt fullveldishugsjónini hjá Tjóðveldisflokkinum, og hetta fær eisini rúmd í valskránni. Aðrar flokkara hava eisini í sínum valskráum nýtt hugtakið frælsi.
?Frælsi er eitt nógv misbrúkt orð. Vit meta ikki, at frælsi er at sleppa undan nøkrum ella fáa okkurt. Frælsi er ein rættur, sum krevur av okkum ábyrgd og stríð, sigur Høgni Hoydal.
Tjóðveldisflokkurin sigur seg ynskja eina veruliga vælferð, har Føroyar taka ábyrgd og eru búskaparliga sjálvbjargnar.
?Verulig vælferð er bygd á rættin hjá øllum til at liva eitt gott lív við sjálvsvirðing í egnum landi ? ikki á olmussu og heftni, skrivar Tjóðveldisflokkurin í valskránni.
Tjóðveldisflokkurin ynskir framhaldan at arbeiða fyri at seta ein búskapargrunn á stovn. Útrokningar hjá Tjóðveldisflokkinum siga, at við mettum búskaparvøkstri, so kann blokkstuðulin koma niður á 190 mió. kr. í 2006. Við teimum góðu búskaparligu tíðum og útlitum, so heldur Tjóðveldisflokkurin, at avgerandi stig kunnu takast fyri føroyska búskapin í royndunum at gerast sjálvbjargin.
Eisini her er talan um eitt lagnuval.

Samgonga
Millum tíðindafólki á tíðindafundinum hjá Tjóðveldisflokkinum var áhugin størstur fyri at spyrja um samkomumøguleikarnar. Hinir tríggir stóru flokkarnir í Føroyum hava lagt fram teirra valskrá. Eingin av hinum flokkunum hevur nevnt Tjóðveldisflokkin sum fremsti møguleikin fyri samgongufelaga. Fólkaflokkurin segði í sambandi við teirra valskrá, at teir sóu nógvar møguleikar, hóast teir áður hava givið til kennar ein stóran áhuga fyri at halda saman við sjálvstýrisfelaganum, Tjóðveldislflokkinum. Hvørki Tjóðveldisflokkurin ella Sambandsflokkurin síggja nakað møguligt samstarva flokkana millum, hóast teir hava samstarva áður. Javnaðarflokkurin hevur heldur ikki víst serliga stóran áhugi fyri at koma í samgongu við Tjóðveldisflokkin.
Á tíðindafundinum segði Høgni Hoydal, at teir meta tað sum fortreytin fyri fullveldi, at Tjóðveldisflokkurin kemur sterkur inn á ting.
?Ynskiligt fyri flokkin hevði verið um Tjóðveldisflokkurin kom so sterkur inn á ting, at mann ikki kundi síggja burtur frá honum í samgongumøguleikum. Tað tykist sum um, at hinir flokkarnir lata hurðarnar aftur fyri Tjóðveldisflokkinum, men vit vilja fegnir lata tær uppaftur, og vit avvísa ikki nøkrum, sigur Høgni Hoydal.
Á tíðindafundinum settu fleiri síni vón til, at Javnaðarflokkurin fór at venda kós í sjálvstýrisspurninginum, og hetta kundi verið rættiliga avgerandi fyri framtíðina. Javnaðarflokkurin hevur boðað frá, at hann ynskir eina loysn innanfyri ríkisfelagsskapin.
Annita á Fríðriksmørk helt tað í fleiri førum vera ein spurningur um tulkingar av orðum, og partarnir í veruleikanum liggja nógv tættari at hvørjum øðrum. Hóast hetta, so tóku fleiri kend valevni til orðanna um teir skeivleikar og ómøguligheitir, ið tey meta vera í valskrá Javnaðarfloksins.
Lítið og einki varð tosað um Fólkaflokkin á fundinum. Høgni Hoydal vildi ikki gera viðmerkingar til, hvørja støðu, hann helt vera ynskiliga fyri Fólkaflokkin til komandi val.

Lægri skatt
Tað er eitt rættiliga fyllismikil valskrá, ið Tjóðveldisflokkurin hevur fyrireikað til løgtingsvalið.
Á vinnuliga økinum ynskir Tjóðveldisflokkurin at halda áfram við kósini higartil. Vinnulívið skal framhaldandi ikki stuðlast av tí almenna.
Tjóðveldisflokkurin hevur eisini sett lægri inntøkuskatt í valskránna. Høgni Hoydal sigur seg ikki vilja fara út at lova nakað tal ella dato, men hann sigur flokkin ynskja at lætta um skattatrýstið.

Grundlógartryggjað rættindi
Eldrarøkt, dagsstovnar og bústaðarmøguleikar skulu vera tryggjað øllum. Tjóðveldisflokkurin leggur í valskránni stóran dent á, at tryggja rættindi á sosiala økinum við lóggávu.
Røktarheim og eldrarøkt skulu tryggjast tey næstu árini. Land og kommunur skulu virka saman um at loysa hetta. Millum annað ætlar Tjóðveldisflokkurin at seta 100 mió. í eina íløgupulju, sum kommunur, treytað av samstarvi, kunnu søkja um part av.
?Vit halda ikki meira enn hini lova, segði á Høgni Hoydal á tíðindafundinum. Og tað er heldur ikki so lítið.