Sjónvarpið og sex.
Er einki mark her í landinum longur. Eru hesir pornofilmarnir, sum sjónvarpið sendir inn í stovur okkara loyvdir. Hvat siga lógirnar um hesi viðurskifti? Um fólk høvdu drivið sex úti á vegnum, hevði politiið skjótt verið eftir teimum, tað ivist eg ikki í. Hvussu ber tað tá til, at sjónvarpið kann senda slíkt inn í stovur okkara, uttan at nakar grípur inn.
Hvat sigur mentamálaráðharrin og mentamálaráðið til hetta. Hvat sigur felagið hjá okkum, »Kristiligt lurtara og síggjara felag«. Hví sleppa hesi menniskju at hóreiggja sær so framman fyri okkum í egnu stovum okkara og gjøgnum OKKARA sjónvarp, til forargilsi fyri mong av okkum og til niðurbrótingar av moralinum í børnunum og teirra yngru millum okkara.
Hvat ið gongur fyri seg í tí privata, kunnu vit ikki gera so nógv við, men tað má vera eittt krav at public service, Kringvarpið heldur seg innan fyri sámulig mørk. Tað má síggjast, at almenna sjónvarp okkara er øðrvísi og ikki fylgir tilvildarligum lágum fjølmiðlum, sum gera sær dælt í heiminum í dag. Kringvarpið má vera ein stovnur, sum verjir rætta mentan og tað, sum vakurt er, ístaðin fyri at senda so niðurbrótandi sendingar, sum teir gera nú.
Tað má setast eitt krav frá mynduleikunum, til tey sum stýra Kringvarpinum at fínkemba sendingarnar fyri sex og tað, sum hoyrir tí heilaga hjúnabandinum til. Slíkt hoyrir ikki heima á opnum sjónvarpsskermi, heldur enn tað hoyrir heima á allfara vegi. Slíkt hoyrir dýrunum til, ikki menniskjum. Sjóvarpið eigur ikki at fáa loyvi til at halda fram við hesum sexsendingum, sum nú er komnar niður á ringasta slag av slíkum, har menniskju bera seg at sum dýr, til onnur at »hugna« sær við. Sjónvarpið eigur at rætta kós og fara frá hesum lága støði.
Høvdu vit havt eitt Kringvarp, sum klárt var øðrvísi enn tær mongu sjóvarps og teldu rásir, sum floyma inn yvir okkum í dag, so høvdu børn og ungu okkara kanska eisini av tí lært, hvat er ringt og vánaligt. Sum nú er, fáa tey tað fatan, at hetta er nakað, sum er í fínasta í ordan og fáa ein hugburð til sex, sum er fullkomuliga við síðuna av og verða oyðiløgd.
Tit, sum stýra Kringvarpinum. Kringvarpið er ikki tykkara, Kringvarpið er okkara. Vit allir føroyingar eiga tað. Tað eigur at ganga á odda við góðum sendingum, sum eru uppbyggiligar fyri samfelagið og varðveita góða mentan, í staðin fyri, sum nú at taka eftir tí ringasta, sum kemur uttanífrá.
Við kvøðu um gott nýggjár og ynskjum um eitt betri Kringvarp.