Í morgun legði Petur Elias Petersen frá sær sum ÍSF forseti. Hann sigur í tíðindaskrivi, at tað er av persónligum orsøkum, men hevur ikki fleiri viðmekringar. Síðani hava røddir verið frammi um, at tað er ósemja innanhýsis í ÍSF.
Les eisini: Petur Elias Petersen lagt frá sær sum forseti í ÍSF
Tey eru Hondbóltssambandið, Svimjisambandið og Flogbóltssambandið. Tey hava fyri løtu síðan víst aftur ymiskar ákoyringar. Formaðurin í Flogbóltssambandinum, Magnus Tausen avsannar, at tað hevur verið eitt trýst at fáa Petur Elias Petersen frá.
Les eisini: Harmast um at Petur Elias leggur frá sær
- Eg havi ongantíð ført fram, at Petur Elias Petersen skal frá. Eg eri keddur av, at hann hevur lagt frá sær. Um nakað, so hava vit meiri brúk fyri forsetanum nú. Tí vil eg ikki skuldsetast fyri tað, sigur Magnus Tausen, sum tó vísir á, at partarnir eru ósamdir.
Les eisini:Hevur fíggjarliga afturgongd við sær
- Eg havi verið og eri grundleggjandi ónøgdur við ávís viðurskifti í býtislykilinum. Vit hava biðið um innanhysis fund, men tað er blivið avvíst, sigur Magnus Tausen.
Hann vísir á, at nýggi býtislykilin til góðar sær eitt nú ikki, at Flogbóltssambandið í ár skal hava eina HM/EM kapping í Føroyum. Her leggur Magnus Tausen stóran dent á, at øll skulu kunna søkja um pening, tá tey skipa fyri størri kappingum, so sum tá ið eitt nú HM í estetiskum fimleiki var í 2015, og tí kemur ein skipan við altjóða pulju øllum til góðar í longdini, og vit fáa fleiri altjóða tiltøk hendavegin.
Flogbóltssambandið hevur eisini boðað frá, at undir nýggja býtinum, har eingin altjóða pulja er, so verður ikki møguligt at luttaka á Oyggjaleikunum.
- Vit vilja gjarna vera við, og eg vóni enn, at tað kann lata seg gera, men tá eg verið spurdur um vit luttaka á Oyggjaleikunum, so má eg halda meg til tey køldu tølini, og har fyllir HM/EM-kappingin í mai nógv umframt at vit mugu hava samlaðu myndina innanfyri Flogbóltssambandið fyri eyga, og har verður trongligt, sigur Magnus Tausen.
At enda leggur hann afturat, at Flogbóltssamband Føroya er ikki við á listanum yvir sersambond, sum í dag sendu tíðindaskriv út.
- Tað kemst av, at vit vórðu ikki boðin til fundar. Vit eru grundleggjandi samd í tí mesta, ið verður ført fram í tíðindaskrivinum, men mugu tó afturvísa teir skeivleikar, ið verða nevndir og rætta teir, sigur Magnus Tausen at enda.