Í Sunda kommunu, sum Hósvík er partur av, vita tey í morgun at siga, at her er einki vatn.
- Vegna áarlop er vatnið í Hósvík farið.
Lagt verður aftrat, at arbeitt verður nú við at loysa trupulleikan, so hósvíkingar kunnu fáa vatnið aftur.
- Men, enn fáa vit einki sagt um, nær vatnið verður aftur, siga tey í Sunda kommunu.