Einki skal fjalast í bankamálinum

Í dag fellur avgerðin, hvørt vit føroyingar fara at velja umboð á danating, sum vilja stuðla eina borgarliga stjórn, ið longu áðrenn hon er vald, hevur bakkað í bankamálinum, ella vit fara at velja umboð á fólkating, sum fer at virka frítt - og púra óheft av donskum innanríkispolitikki - og samstarva við teimum positivu kreftum í Fólkatinginum, sum vilja koma til botns í bankamálinum.

 

Hóast danir velja at skifta stjórnina út, so er tað als eingin orsøk hjá føroyingum at blanda okkum í tað. Vit skulu velja umboð, sum bert vilja arbeiða fyri føroyskum áhugamálum, og sum vilja hava alt fram í bankamálinum. Nyrupstjónin tykist vilja skava út yvir sín leiklut - men tað skulu teir ikki sleppa. Ellemann-Jensenstjórnin, sum enn ikki er vald, hevur longu víst á øvugtu kósina, sum teir hava sett - at skava út yvir bæði leiklutin hjá Nyrupstjórnin og teirr egna leiklut. Hvussu málið verður snarað og vent, so slepst ikki uttan um, at tað var borgarliga stjórnin hjá Schlüter, sum planlegði samansvørjingina: Føroyabólkin, Fíggingargrunnin og Richard Mikkelsen.


Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fara báðir upp í ávikavist Konservativa flokkin og Vinstraflokkin.


Javnaðarflokkurin hevur greitt boðað veljarum og danska javnaðarflokkinum frá, at flokkurin hevur skift støðu, og nú fer at virka sjálvstøðugt í Fólkatinginum og bara at taka lut í málum, sum viðkoma Føroyum.


Kúvendingin hjá Elleman-stjórnini um vikuskiftið eigur at fáa allar politiskar ávaringarklokkur í Føroym at kima - og fáa føroyingin at velja tann flokk á danating, sum:


? Vil virka fyri at skluudarspurningurin millum Føroyar og Danmark verður loystur á ein virðiligan hátt


? Greitt hevur víst á, hvat hann vil við viðurskiftunum millum Føroyar og Danmark


? Og sum fer at virka sjálvstøðugt í Fólkatinginum