Einki mál í Leirvík

1.DEILD: Víkingur og 07 Vestur, sum framvegis er ósigrað, hava framvegis sama stigatal

Tað var toppdystur uppi á Brekku í Leirvík seinnapartin. Víkingur hevði vitjan av 07 Vestur.

Undan dystinum vóru hesi bæði liðini lið um lið við 24 stigum. Víkingur hevði málmuninum +16, og 07 Vestur hevði málmunin +12.

Úrslitið í dag var 0-0.

Harvið er málmunurin tann sami, sum hann var undan toppdystinum.

Fjarstøðan fram til toppliðið NSÍ øktist. NSÍ vann í gjárkvøldið 3-2 á heimavølli ímóti B36 og hevur 28 stig.

At KÍ longu á middegi vann 3-2 á Skála ber við sær, at tað nú eru fimm stig frá KÍ á fjórða plássi og fram til Víking og 07 Vestur, sum framvegis er ósigrað.

Í trettanda umfari fær 07 Vestur 15. juni vitjan av toppliðnum NSÍ. Víkingur skal sama dag spæla á útivølli ímóti EB/Streymi.