Tað hava ikki verið floglíkindir í dag, einki flogfar er lent í Vágum, men eitt flogfar er farið avstað og ætlandi fer eitt flogfar avstað afturat.
Eftir ætlan skuldu 4 flogfør koma í Vágar, men øll eru avlýst, ætlanin var eisini at 4 flogfør skuldu fara úr Vágum í dag, men enn er bara eitt farið avstað, eitt stendur og bíðar eftir líkindum og tvey eru avlýst.
Tað er kolandi stormur vestanfyri, vindferðin liggur um 18m/sek - hann er útsynningur í ættini, sum er versta ætt til flúgving, í morgin verður heldur minni vindur, hann verður vestan og vindferðin fer at liggja um 10 m/sek.









