Einki fátækradømi um 50 ár

Tað ber til at útrudda fátækradømið í menningarlondunum innan 2050, sigur varastjórin í Heimsbankanum.

Heimsbankin væntar stóran vøkstur í heimsbúskapinum tey næstu árini. Bankin roknar við, at búskapurin fer at veksa úr 35.000 milliardum dollarum í 135.000 milliardir dollarar tey næstu 45 árini. Tað fer at hava við sær, at heimurin verður førur fyri at metta tvær milliardir fólk afturat, og at øll fáa sín grundleggjandi tørv nøktaðan, sigur bankin.

-Tað ber til at sleppa av við fátækradømið innan 2050, men tað krevur, at vit longu nú seta okkum niður og leggja eina langtíðarætlan, sigur varastjórin í Heimsbankanum, Ian Johnson, við danska blaðið Information.

Hann sigur, at sosialur ójavni er orsøk til nógvar ósemjur. Heimurin fer at fáa stórar trupulleikar, um tey ríkastu 20 prosentini framvegis standa fyri 80 prosentum av bruttutjóðarframleðsluni í 2050. Tí er tað sera mráðandi, at vit gera nakað munagott fyri at beina fyri fátækradøminum í menningarlondunum, sigur Ian Johnson.

Tøl hjá bankanum vísa, at í 1990 høvdu umleið ein triðingur av heimsins íbúgvum minni enn ein amerikanskan dollara at liva fyri um dagin. Málið hjá bankanum og ST er, at hesin parturin skal vera ein sjeyndapartur í 2015, og at fátækradømið er burturi í 2050.

Skal málið røkkast, mugu tær politisku leiðslurnar kunnast betur, heimshandilin má gerast frælsari, bardagin ímóti fátækradøminum má skipast betur, og inntøkurnar mugu býtast javnari enn í dag.