Einki føroyskt kaos í samband við Brexit

- Viðurskiftini millum Føroyar og Bretland verða skipaði beinanvegin tá Bretland fer úr ES. Tað verður einki kaos, har ongar reglur eru galdandi. Alt er undir kontroll, sigur Halla Nolsøe Poulsen, leiðari fyri Brexit-bólkin hjá Føroya landsstýri

22 dagar eru í dag til lagnudagin 31. oktober 2019, tá Bretland eftir ætlan fer úr Evropeiska samveldinum, og eftirlíkar harvið viljanum hjá bretska fólkinum, ið á fólkaatkvøðu 23. juni 2016 atkvøddi fyri at fara úr evropeiska samstarvinum.

Og hóast tíðarfreistin fyri Brexit áður er útsett, so tykist Boris Johnson, forsætisráðharri, nú at halda fast í 31. oktober sum dagin, tá Ongland fer sín egna veg. Tað gjørdi hann í øllum førum greitt í eini tíðargrein í enskum bløðunum the Daily Express og the Sun um vikuskiftið.

- Aftaná fleiri ártíggjund við herferðum, trimum árum við kjaki og endaleysir mánaðir við meiningsleysum dráli, eru tað nú einans 25 dagar til at bretski limaskapurin í Evropeiska samveldinum fær ein enda. Vit pakka taskurnar og rýma 31. oktober. Einasti spurningurin er, um Brússel sigur takk fyri tað farna við eini góðari avtalu fyri báðar partar, ella um vit mugu ganga okkara egna veg, skrivaði forsætisráðharrin í tíðargreinini.

Í tíðargreinin var hann bjartskygdur um, at parlamentið fór at taka undir við seinasta uppskotinum til eina avtalu við ES, og heitir tí á ES-londini, um enn einaferð at sessast við samráðingarborðið og finna eina loysn á støðuni, tí Brexit verður veruleiki.

- Vit fara um 25 dagar. Vit kunnu gera eina avtalu, um ES ynskir tað. Men lat onga falska ímynd ella misskiljing vera. Tað verður einki meira drál. Eingin seinking. 31. oktober verður Brexit veruleiki, skrivaði forsætisráðharrin.

Okkara viðurskifti eru greið
Føroyar útflutti í 2018 vørur fyri 880 milliónir krónur til Bretlands, meðan innflutningurin hevði eitt virði á 280 milliónir krónur.

Sostatt hevur støðan hjá Bretland sjálvsagt ein áhuga fyri føroyska vinnulívið, men meðan meginparturin av evropeiska vinnulívinum enn ikki veit hvussu støðan verður næsta mánað, tá Bretland ikki longur er partur av ES, kann føroyska vinnulívið fegnast um, at handilsviðurskiftini millum londini halda fram ótarnað.

Orsøkin er, at Føroya løgting longu í apríl samtykti eina fríhandilsavtalu við Bretland, um landið fer úr Evropeiska samveldinum. Sostatt tryggjaði løgtingið, at samhandilin millum londini heldur fram óansæð hvat hendir 31. oktober.

Onga ávirkan
Tað merkir eisini, at tað sum so hevur onga ávirkan á føroysk viðurskifti, um tað eydnast Bretland at fáa eina samstarvsavtalu í lag við ES áðrenn 31. oktober, ella um landið fer úr ES uttan eina avtalu. Eitt sokallað hard Brexit ella no deal Brexit. Tað upplýsir Halla Nolsøe Poulsen, leiðari fyri Brexit-bólkin hjá Føroya landsstýri.

- Viðurskiftini millum Føroyar og Bretland verða skipaði beinanvegin tá Bretland fer úr ES. Tað verður einki kaos, har ongar reglur eru galdandi. Alt er undir kontroll, sigur leiðarin fyri Brexit-bólkin, og leggur afturat.

- Fyri Føroyar hevur tað ikki tað stóra at siga, tí vit hava gjørt eina framhaldsavtalu við Bretland, ið er ein víðariføring av okkara avtalu við ES. Hon er snikkað soleiðis saman, at tann dagin Bretland fer úr ES, við ella uttan avtalu, og sostatt ikki longur er fevnt av ES-avtaluni millum Føroyar og ES, hava vit eina avtalu millum Føroyar og Bretland. Tí er tað líkamikið, um Bretland fer úr nú ella fær eina skiftistíð upp á nøkur ár. Øll handilsviðurskifti millum londini eru óansæð greið.

Framtíðar samráðingar
Tað liggur kortini í kortunum, at hendan avtalan einans er ein fyribils avtala, ið skal tryggja, at samhandilin millum londini ikki steðgar upp.

- Í avtaluni verður staðfest, at hetta er fyrsta stigið aftaná eitt Brexit, men at vit eru serliga áhugaði í at hyggja eftir tvílaðaðu viðurskiftunum við Bretland. Harímillum eru nøkur viðurskifti í galdandi ES-avtaluni, ið verða førd yvir í nýggju avtaluna, sum vit ynskja at broyta. Vit hava eisini eitt ynski at gera ein samstarvskarm millum londini, har vit kunnu koyra fleiri økir innundir. Bretland verður okkara nærmasti granni, og tað kann hugsast, at vit ynskja samstarv innan fleiri økir, ið okkara ES-samstarv ikki umfatar, sigur Halla Nolsøe Poulsen.

Eitt økið, ið serliga er átrokandi fyri føroyingar at samráðast um, eru nýggjar fiskivinnuavtalur við bæði Bretland og ES.

- Viðvíkjandi okkara fiskivinnuavtalu við ES fiska vit nógv tann størsta partin inni í bretskum og írskum sjógvi, so tá Bretland ikki longur er partur av ES, mugu vit aftur at samráðast um hetta. Tá er neyðugt at samráðast við bæði ES, ið tá ikki longur kann bjóða atgongd til bretskt sjóøki, og Bretland, fyri at fáa egnar avtalur í lag eftir Brexit, sigur hon.