Tá tann brasilski flogskiparin skilti, at hann fekk ikki sett flogfarið á Congonhas-flogvøllin , koyrdi hann ferð á motorarnar fyri at sleppa uppaftur. Tað eydnaðist flogfarinum at sleppa tvørtur um ein motorveg, sum er við flogvøllin, men so datt tað niður á eina bensinstøð, og so stóð alt í ljósum loga. Tá uppruddingararbeiðið var liðugt, høvdu 199 fólk latið lív, teirra millum øll tey 187, sum vóru í flogfarinum.
Síðani vanlukkuna hevur verið gitt, um nakað bagdi flogfarinum, men ein talsmaður fyri Airbus-verksmiðjuna segði í gjár, at felagið hevur ikki funnið nakað brek við flogfarinum út frá teimum upplýsingum, sum eru tøkar.
- Tað er einki, sum bendir á, at nakað brek var við flogfarinum, segði talsmaðurin í einari hoyring hjá niðurlendska tjóðartinginum.
Brasilska flogskiparafelagið hevur givið Congonhas-flogvøllinum skyldina av vanlukkuni. Felagið sigur, at vøllurin er alt ov stuttur og sera vandamikil, tá tað regnar. Tað gjørdi tað tann 17. juli.