Tað vóru eini 80 fólk á borgarafundi á Argjum í mikukvøldið um ætlanina at byggja nýggja Argja kirkju á stykkinum ímillum Støðlagøtu og Sandá.
- Tað var gleðiligt, at tað var so nógv fólk á fundi, tí líkindini vóru einki serlig, sigur Bjartur Dalsgarð, formaður í kirkjuráðnum.
Hann sigur, at yvirhøvur lurtaðu fólk væl eftir og tóku undir við ætlanini.
Tað eru nú fimm ár síðani, at kirkjuráðið fór undir arbeiðið at byggja nýggja kirkju á Argjum.
Kirkjuráðið hevur útvegað sær grundstykki ímillum Støðlagøtu og Sandá og sjálvur heldur formaðurin at kirkjan kann ikki standa betri, enn akkurát har.
Kjartan Dalsgarð sigur, at tað var býráðið, sum á sinni mælti til at byggja nýggju kirkjuna við Sandá.
Tað er ongin loyna, at mótmæli hava verið ímóti at byggja kirkjuna við Sandá.
Tað eru fólk, ið halda, at tað er skeivt at byggja á hesum stykkinum, sum er frílendi, har nógv fólk hava fragd av at brúka til gongu og tey stúra eisini fyri, at tað fer at taka nakað frá Sandá, sum er ein stór á í Havn.
Men formaðurin í Kirkjuráðnum leggur staðiliga dent á, at kirkjuráðið vil ikki birta upp undir nakra illstøðu og er vandi fyri, at Argir fer í tvíningar, verður ikki farið undir nýggja kirkju við Sandá.
- Hinvegin hava vit arbeitt fram ímóti, at kirkjan verður bygd, har býráðið skeyt upp at byggja hana.
Men Kjartan Dalsgarð sigur, at Kirkjuráðið hevur onki størri ynski enn at koma á tal við tey, ið hava mótmælt í eini roynd at finna eina semju, so at økið ikki verður spilt á nakran hátt.
- Heldur enn at skaða, er endamálið at prýða enn meira um alt tað vakra, sum fólk har í grannalafnum annars hava lagt úr hondum.
Kapping
Formaðurin í Kirkjuráðnum sigur, at tá ið loyvi vónandi kemur um at byggja kirkjuna, verður bjóðað til arkitektakapping um kirkjuna, har nakrir arkitektar fáa høvi at bjóða seg fram.
Samstundis verður søkt um stuðul frá býráðnum og mentamálaráðnum og samstundis er ætlanin at biðja um staðbundnan kirkjuskatt til ætlanina.
Einastu bindingar, sum verða, er, at Kirkjan skal hava flagtekju fyri at vera í samsvari við tíðarandan í sambandi við umhvørviskrøv. Tað er eisini ætlanin, at ein partur av kirkjuni skal vera úr gróti fyri at heiðra niðurseturmenninar á Argjum, sum vóru tiltiknir hegnismenn og grótlaðarar.
Tað er eisini ætlanin, at kirkjan skal kunna brúkast til tónleik og tí verður tað eisini eitt krav, at ljóðviðurskiftini í henni vera fyrstafloks.
- Tað hevði verið frálíkt, hevði tann nýggja kirkjan verðið eitt hús, tónleikarar og sangarar valfartaðu til við yndisligum tónleiki og øðrum tiltøkum, sum tó mugu liggja innanfyri karmarnar, sum ein kirkja rúmar, sigur Bjartur Dalsgarð.
Bjartur Dalsgarð vónar, at nýggj kirkja á Argjum kann vígast um fýra ár.
Modellið vísir, akkurát hvar á Argjum ætlanin er at byggja nýggja kirkju.
Kirkjan er einasta húsið við reising. Beint høgrumegin stendur møblasølan, Eikin, tvørtur um Sandá.
Kirkjan stendur sostatt á stykkinum ímillum Støðlagøtu og Sandá.
At kirkjan hevur reising á myndini, er bara fyri at hon skal síggjast aftur, tí tað er ongin sum helst avgerð tikin um, hvussu hon skal síggja út.
Fæst loyvi at seta hana har, verður arkitektar bjóðaðir at kappast um at tekna kirkjuna og teir fáa at kalla fríar teymar. Einasta bindingin, er, at kirkjuráðið vil hava, at kirkjan skal hava flagtak fyri at vera í samsvari við tíðarinnar umhvørviskrøv. Ein onnur binding er, at ein partur av henni skal vera úr gróti fyri at heiðra niðurseturmenninar á Argjum, sum bóru orð fyri at vera hegnismenn og tiknir úr leikum sum grótlaðarar.
Vit hava fleiri greinar í blaðnum um sama evni.