Fólkaatkvøðan
Nú seksti ár eru liðin, síðan føroyingar á fólkaatkvøðu, 14. september í 1946, atkvøddu um stjórnaruppskot øðrumegin og loysing hinumegin, hava tjóðveldisfeløg kring landið gjørt burtur úr degnum.
Í gjárkvøldið var soleiðis stórt og væleydnað tiltak á Eiði, sum Eysturoyar Tjóðveldisfelag og Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag skipaðu fyri í felag.
Eini 100 fólk vóru komin at lýða á fyrilestur, røður, frásagnir, fólkasang og felagssang.
Tiltakið vardi í tríggjar tímar.Sosialurin var við til tiltakið, bæði við tíðindamanni og myndamanni, og fara vit seinni at gera meira burtur úr tiltakinum.
Vit fara at taka burtur úr ymiskum av tí, sum borið varð fram, og vit fara eisini at prenta fleiri myndir.
Tjóðveldisfeløgini høvdu boðið Edmundi Joensen, løgtingsmanni og løgtingsformanni, við til tiltakið á Eiði, og tað er einki at taka seg aftur í, at hann við sínum positiva speisemi og álvarsemi - setti sín dám á løtuna.
Edmund samanbar ríkisstuðulin úr Danmark við æti í sjónum, og hvat æti merkir fyri fisk og fugl, skilja øll.
Hetta er jú avgerandi fyri, at nakað kemur upp úr sjónum og at fuglurin nørist.
Løgtingsmaður Sambandsfloksins reisti eisini spurningin, hvussu út hevði sæð í Føroyum, um loysingin hevði verið framd í 1946.
- Men hin allarfyrsti spurningurin átti at verið, um tað í heila tikið ber til at taka slík stig við tvíbýttum føroyingum, har helvtin er fyri og hin helvtin er ímóti.
Edmund var avgjørdur, tá ið hann helt fyri, at skulu slík stig yvirhøvur takast, er fyritreytin hon, at fjøldin av fólkinum stendur aftanfyri avgerðina.
Vit fara at venda aftur til tað, sum Edmund Joensen segði.
Tað var Annfinnur í Skála, søgufrøðingur, sum legði fyri, og hann greiddi frá støðuni í Føroyum undan, undir og eftir fólkaatkvøðuna í 1946. Annfinnur samanbar eisini støðuna í 1946 við støðuna síðst í nítiárunum, tá ið føroyingar aftur fóru undir fyrireikingar til samráðingar við danir um fullveldi.
Eftir fyrilesturin hjá Annfinni, var Edmund Joensen á pallinum, og síðan hevði Olaf í Garði Joensen, varamaður hjá Tórbirni Jacobsen í Eysturoy, orðið.
Olaf helt, at størsta framstig hjá føroyingum á sjálvbjargnisleið er niðurskurðurin í blokkinum. Hann vísti á, at allir flokkar vilja hava ein sjálvberandi búskap í Føroyum, og tí er bert eitt at gera; tað er at skera inn á bein, helt hann fyri.
Tórbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, var seinastur av røðarunum, og hann var sum altíð - í rætta "essinum".
Hann helt, at tá ið frælsishugsjónin ikki longu er jarðløgd í Føroyum, so verður hon tað ongantíð. Kanska hevur føroyingurin bara havt politiskt krím hesi seksti árini og er við at koma fyri seg aftur, segði hann.
- Meðan vit lynna, virka og droyma fáa vit ikki annað enn tikið undir við skaldinum sum sigur, at úti undir vaðingini í hvørji sál liggur ein berserkur og slotar. Einaferð stingur hann beinini út av songarstokkinum og fer til gongu, segði Tórbjørn Jacobsen.
Við á tiltakinum á Eiði var eisini Petur Højgaard í Saltangará, sum giftist nakrar fáar dagar fyri fólkaatkvøðuna í 1946 og herfyri kundi halda diamantbrúdleyp.
Hann hevði eina áhugaverda frásøgd frá hesi farnu tíð.
Petur vísti á, at bæði undir bretsku hersetingini av Føroyum og undan fólkaatkvøðuni í 1946 var nógv frammi um, hvussu stóran týdning sambandið við Danmark hevði fyri Føroyar.
- Tey afturhaldssinnaðu vóru ræðslusligin og spurdu, hvussu nú mundi fara at vera. Men tíðin vísti, at alt gekk, sum tað plagdi at ganga eisini eftir, at føroyingar høvdu valt loysing; hønurnar vurpu, og kýrnar mjólkaðu við sama lag, eins og torvið fekst til høldar.
Petur Højgaard, sum vit eisini fara at venda aftur til, legði aftrat, at tá í tíðini hugsaðu fólk ikki so "materialistiskt", sum hann tók til.
Gjáarmaðurin, Jónsvein Olsen, sum áður plagdi at undirhalda saman við Birgiri Nónsgjógv, sála, sang fleiri sangir og tey mongu, sum samankomin vóru, sungu eisini fleiri sangir í felag.
Hóast Edmund var rættiliga einsamallur sambandsmaður millum ein heilan hóp av tjóðveldisfólki, hugnaði hann sær sum onnur.
Onkur helt fyri, at Edmund Joensen altíð hevur trivist væl ímillum tjóðveldisfólk og hevði hann fáar stuðlar við sær til tiltakið á Eiði, hevði hann rikið verri hesaferð, enn hann onkuntíð hevði gjørt áður.
Tiltakið á Eiði byrjaði við, at fundarfólkið mintist tjóðveldismannin í Fuglafirði, Petur Halgadal, sála, og tað endaði við, at tjóðsangurin varð sungin úr enda í annan.