Eingir oyggjaleikir í Føroyum í 2015

Á heimasíðu sínari skrivar ÍSF, at avgerðin er tikin, eftir at ÍSF á fundi hevur viðgjørt eina møguliga føroyska umsókn.

Serliga hava avmarkaðu føroysku gistingarmøguleikarnir, verandi ítróttaranlegg og samfelagsliga støðan virkað til, at tað í hesum umfarinum ikki verður talan um føroyska umsókn.

 

Niðurstøðan er eisini grundað á, at ÍSF við omanfyrinevndu atlitum í huga ikki heldur tað vera ráðiligt at nýta ta tíð og teir pengar, sum skulu til, um alt tilfarið til eina umsókn skal vera greitt úr hondum innan 1. september, sum er evstamark fyri at søkja um vertsskapin.