Eingin viðgerð fyrstu tríggjar vikurnar

Anja Hovgaard, forkvinna Ítróttardómstólinum, sigur við Útvarpið, at talan verður neyvan um nakra viðgerð av HB-málinum fyrstu tríggjar vikurnar. Hetta tí dómstólurin ikki er fullmannaður, nú feriutíð er.
So er spurningurin, hvørt talan verður um viðgerð, tá komið er út í hálvan juni mánað. Tá eru dagarnir fram móti ólavsøku vorðnir somikið fáir, at verður talan um úrskurð, sum gongur ímóti kappingar- og dómsevndini hjá FSF, verður púrasta vónleyst at finna fram til finaluluttakararnar, áðrenn komið er fram til ólavsøkuna, har steypafinalan vanliga er fastur táttur.