Eingin verður ríkur av tølum

   

Høvuðsendamálið við løgtingsfíggjarlógini er at avgera, hvussu almennir pengar skulu brúkast. Í fíggjarlógini eiga at standa allar tær útreiðslur, sum roknað verður við, at landskassin fær í árinum, sum fíggjarlógin er galdandi fyri, men av tí at óvæntaðar rokningar eisini kunnu koma sum árið líður, stendur møguleikin eisini opin fyri eykajáttanarlógum. Hesar skulu gera tað møguligt at gjalda rokningar, sum eingin visti nakað um, tá fíggjarlógin varð samtykt.
Til september 2001 vóru allar eykajáttanarlógir, roknaðar í bruttovirði. Tað vil siga, at tingmenn fingu bara at vita, hvussu nógv útreiðslurnar vóru broyttar, meðan broytingar á inntøkusíðuni vóru ikki taldar við.

Frá brutto til netto
Men við eykajáttanarlógini fyri september 2001 kom broyting í. Nú vóru inntøkurnar eisini tiknar við í roknistykkið, og tí fóru tingmenn at tosa um eykajáttanarlógir sum í besta føri kundu hava avlop.
Í roynd og veru hevði hetta einki við veruleikan at gera, tí tað eru bara útreiðslurnar, sum Løgtingið kann gera nakað við. Inntøkurnar eru sum tær eru, líkamikið um uppskotið til eykajáttanarlóg verður samtykt ella felt.
Búskaparliga vóru tíðirnar góðar í 2001, og inntøkurnar hjá landskassanum øktust dag frá degi. Tá so talt varð saman, hvussu nógv eykajáttanirnar gjøgnum árið høvdu kostað landskassanum, vóru øktu inntøkurnar trektar frá øktu útreiðslunum, og tí var úrslitið á pappírinum "ikki so heilt gali".

Frá netto til brutto
Men nú er aftur farið at ganga tann skeiva vegin við føroyska búskapinum. Í eykajáttanarlógini fyri september 2003 vórðu mettu inntøkurnar lækkaðar 104,7 mió. krónur. Og hvat ger landsstýrið so ? - Jú svarið fingu við í tíðindasendingini hjá Útvarpinum týskvøldið 25. november. Har varð sagt, at eykajáttanarlógin fyri november, við sínum 50 mió. krónum verður størsta eykajáttanarlógin í ár! - Og hvussu kann hon tað, tá lógin fyri september kostaði yvir 100 mió. krónur í mistum inntøkum ? Jú Útvarpið segði soleiðis: "Anfinn Kallsberg sigur, at meirútreiðslurnar samanlagt í ár verða 70 mió. krónur hægri enn fíggjarlógin fyri 2003 vísti, tá hon varð samtykt."
- Ja sjálvandi ! Nú minka inntøkurnar hjá landskassanum, og tí er landsstýrið aftur farið at servera bruttotøl. Og soleiðis verður tað helst til inntøkurnar einaferð í framtíðini aftur fara at hækka.

Eingin verður ríkur
Við at brúka nottotøl í uppgangstíðum og bruttotøl í versnandi tíðum, verður úrslitið á pappírinum altíð "hampuliga gott", og soleiðis ber til at fáa Føroya fólk at trúgva, at fíggjarstýringin í landinum er "ikki so heilt galin". Men neyvan verður nakar føroyingur ríkur av hesum.