Sambært Føroya Reiðarafelag verður nýggjur samráðingarfundur millum Føroyar og Ísland helst komandi mikudag í Keypmannahavn.
Á heimasíðuni hjá Føroya Reiðarafelag vita tey at siga, at eingin nýggj fiskiveiðiavtala spurdist burtur úr fundin millum Bjørn Kalsø og føroyskar embætismenn øðrumegin og íslendska fiskimálaráharran, Einar K. Gudfinnsson, og hansara embætismenn hinumegin.
- Eingin avtala er fingin í lag við Ísland enn um árið 2007. Hetta er útsett til seinni fund, sum helst verður í Keypmannahavn mikudagin í næstu viku, sigur Føroya Reiðarafelag á heimasíðuni.
Íslandssáttmálin hevur stóran týdning fyri føroysku línuskipini. (-vilmund)










