Tann islamistiska andstøðan vann tjóðartingsvalið í Kuwait, sum var í gjár. Tað almenna úrslitið bleiv kunngjørt í morgun, og tað vísir, at islamistarnir, sum yvirhøvur eru sunnimuslimar, fingu 34 av teimum 50 tinglimunum.
Valið gjørdist ein smeitur fyri kvinnurnar. Tær, sum vóru í tinginum, blivu ikki afturvaldar, og eingin av teimum, sum stillaðu upp fyri fyrstu ferð, bleiv vald.
Tjóðartingsvalið í Kuwait í gjár var tað fjórða tey seinastu seks árini.










