Regin Eikhólm
Tí er neyðugt at verja og menna móðurmálsligt orðatilfeingi móti puristiskum piratvirksemi.
Húskallur hjá íslendskum
Tað kemur í tøkum tíma, at Kringvarp Føroya tordi at slíta puristisku málleinkjurnar á sjálvum 50 ára degnum 6. februar, við at bjóða inn til opna máldebat um móðurmálið í fimmaranum uttan forhondssensurering - tillukku við tí. Tað eru mong, sum eru sera glað fyri hesa kærkomnu broyting, men at hetta loypti hvøkk á onkran puristin kann valla undar nakran, tí teir hava jú hesi seinastu mongu árini havt fríar hendur í Útvarpinum til at sensurera og lúka móðurmálið uttan nakra lógarheimild. Tað er ein gáta fyri mong, hví hesir íslendsku sambandsmennirnir óátalaðir sleppa at gera føroyingar til málsligir húskallar hjá íslendska málinum. Nýføroyskt skal gerast komplimentert til danskt, tí alt sum ber brá av donskum ella germanskum hjáeksistensi verður lúkað burtur. Eftir stendur meinigi føroyingurin við einum fremmandagjørdum hálv ella heil íslandskum, substituerað við naknum nýyrðum.
Málslig heilavasking
Tíverri hevur tað higartil eydnast puristunum at sáa so mikið av málsligum misstresti niður í føroyingin, at eitt ótal av føroyingum longu nú ganga runt og gremja seg um, at teir dugu ikki føroyskt ella rættari móðurmálið. Eitt nærmast skizofrent fyribrigdi ið vit annars bert kenna frá totaliterum stýrum við heilavasking sum speciali.
Móðurmálslig niðurgering er sera óheppin, tí móðurmálið er grundstøði undir allari málsligari menning og mentan eins og okkara intellektuellu tilvitan. Kendi eysturríkski filosoffurin Ludvig Wittgenstein (1889-1951) sigur tað sera greitt: “Eingin kann hugsa longri enn hann hevur mál til”, men vit hava longu fingið tað fyrstu ávaringina frá Pisakanningini.
Annars áttu vit at lært av Rikard Long (1889-1977), mál- og bókmenta-granskari, yrkjari og politikari. Hann var á ungum árum heitur talsmaður fyri málreinsan, men kom seinni til ta sannføring, at málreinsan, ið lúkar fremmand orð úr málinum, vil køva tað natúrliga talumálið, og tí vendi hann málreinsanarkósini bakið og gjørdist aktivur móstøðumaður móti málreinsan.
Málslig lóggilding.
Sambært Løgtingsins Umboðsmanni, er eingin lóg galdandi fyri føroyska málið ella stavsetingina, og tí finst eingin lóggildaður stovnur ell persónur ið kann siga hvat er rætt ella skeivt. Málnevndin arbeiðir eftir kunngerð nr. 14 frá 7. jan. 1985, ið fevnir um vegleiðing og at hava eyguni eftir málspillum, men málnevndin hevur ikki lóggildaðan rætt til at avgera hvat er rætt og hvat er skeivt.
Eingin føroysk orðabók er enn autoriserað ella lóggildað. Tískil kann ongin taka sær rætt til generelt at siga, hvat er rætt føroyskt ella ikki, og so als ikki út frá devisini um at danskt og føroyskt ikki kunnu hava samanfallandi orð. Puristarnir umboða í hesum høpi einki minnið enn málsligt piratvirksemi.
Málið sum politiskt amboð
Málið er í sjálvum sær eitt ópolitiskt amboð eins og ein klípitong ella ein violin, men í Føroyum verður málið politiserað. Innan fleiri almenn økir verður málið eisini politiskt missbrúkt av ósmædnum puristum, sum uttan lógarheimild loyva sær at knæseta eitt nýføroyskt mál, ið fremmandager vanliga føroyingin fyri móðurmálinum. Hetta sæst serliga grovt innan ávísa fakterminologi, ið krevur ein neyvleika, sum puristisku dilettantarnir ikki hava førleika til. Tíverri hava vit longu fingið lærubøkur á nýføroyskum, sum eru ein landaskomm heldur enn eitt prýði.
Úrslitið er ein babylonskur málforvirringur, ið ger at mangur føroyingur í dag situr og lærir seg “føroyskt” gjøgnum donsk føroysku orðabókina. Fáur torir at mótmæla, tí hann sum muddar ímóti verður skýrdur sum svíkjari.
Málstevnunevndin
Nýggja Mástevnunevndin er sett fyri at gera uppskot til almennan málpolitikk, og vónandi fer hon at skjóta upp at legalisera móðurmálið við tess integreraðu altjóða orðum, ið eitt nú mynda sjálvt kjølfestið í flestu lærugreinum. Ein ávís rationalisering verður neyðug bæði í alfabetinum, við stavseting og í málinum sjálvum, so málið hóskar til nútíðina og megnar at endurspegla hugaheimin hjá føroyska móðurmálslinginum, uttan at hann fyrst skal kunna seg um nýføroyskt gjøgnum donsk føroysku orðabókina.
Puristisk nýyrðir eiga ikki sum nú at trokast inn í málið, men eiga at vera tøk um tørvur er fyri teimum. Eitt breitt forum av málsliga áhugaðum lærdum sum leikfólki kundi hóskani viðgjørt aktuel nýyrðir og harvið tryggja eitt ávíst støði eftir nærri fastsettum reglum, við neyvum atliti til verandi móðurmál.
Fremmandaorð og mentunarberi
Eitt uttanífrá komandi fremmandaorð kom í gomlum døgum inn í málið sum ein nýskapandi mentunarberi, kanska eftir frammanundan at hava ferðast gjøgnum fleiri alheims mál og har tillagað og fingið íblástur av ártúsundar sivilisatión. Hesi orð ríkaðu málið og gjørdust sum fráleið ein partur av okkum sjálvum, okkara mentan og samleika. Hetta sá Rikard Long, sáli, men ikki okkara blindu puristar, tó tað sum verri er, í blinda liðnum verður tann einoygdi kongur!