Eingin játtan til Magnus Heinason

Í summar varð greitt, at havrannsóknarskipið Magnus Heinason var so illa tærdur, at nógvar umvælingar máttu gerast við skipið, áðrenn tað aftur kundi fara í sigling.

- Hesar umvælingar eru nú gjørdar. Arbeiðið er goldið av játtanini til skipið á fíggjarlógini, og neyðugt er við eykajáttan fyri, at nakrar rannsóknir kunnu gerast tað, ið eftir er av árinum. Eykajáttan krevur samtykt í løgtinginum, og vónandi fæst hetta í lag sum skjótast.

Tað sigur Havstovan í tíðindaskrivi.

Lagt verður aftrat, at eftir ætlan skuldi Magnus Heinason á yvirlitstrolingar eftir botnfiski á landgrunninum beinanvegin, tá umvælingarnar vóru lidnar. Úrslitini frá yvirlitstrolingunum verða eitt nú brúkt til stovnsmetingar.

- Yvirlitstrolingar verða á hvørjum ári gjørdar somu tíðir á árinum, og um tað dregur ov nógv út, ber illa til at samanbera við árini frammanundan. Tá er trúligt, at ICES fer at taka fyrivarni fyri óvissum í stovnsmetingunum og tilmælunum.

Havstovan sigur, at umframt yvirlitstrolingarnar á landgrunninum eru aðrar kanningar eisini á skránni tað, sum eftir er av árinum.

- Hesar eru eitt nú kanningar av havfrøði og æti á víðum havi, yvirlitstrolingar á Føroyabanka, kanningar av makreli á landgrunninum, royndir eftir kongafiski og merkingar av toski.

Lagt verður aftrat, at eisini fyri sølu av okkara fiskavørum er støðan óheppin, nú Magnus Heinason ikki kann loysa.

- Tað, at yvirlitstrolingar eftir okkara botnfiskastovnum ikki verða gjørdar vegna vantandi fígging, er eitt vánaligt signal at senda uttanlands og eitt bakkast hjá teimum, sum arbeiða fyri at geva føroyskum fiskavørum og umsiting av okkara tilfeingi eitt gott umdømi hjá útlendskum keyparum, sigur Havstovan í morgun.