Føroyameistararnir í karaoke hjá kvinnum og monnum eru í hesum døgum í svenska høvuðsstaðnum, Stockholm, har heimsmeistarakapping er í karaoke, men hvørki Jona á Váli Olsen ella Heri Olsen komu í finaluna.
Føroyar hava verið við til HM fleiri ferðir, og meðan hetta var fyrstu ferð hjá Jonu, hevur Heri verið við áður.
– Vit kunnu bara staðfesta, at kappingin hevur verið gróthørð, og hóast vit høvdu vónað, at ein ella bæði komu víðari, so er ongin orsøk at fella í fátt, siga tey frá Karaoke Føroyar, ið skipar fyri kappingini í Føroyum.
Tilsamans eru sangarar úr 30 londum við í kappingini um at gerast heimsins besti karaoke-sangari, og vinnarin hjá ávikavist kvinnum og monnum fær einar 30.000 krónur í vinningi, umframt tónleikaútgerð.