Eingin býráðsfundur á Tvøroyri í dag kortini

Í dag skuldi nýggi meirilutin á Tvøroyri skipa nevndirnar á nýggjum, men hetta verður av ongum.

Ein nýggjur meiriluti hevur skipað seg í býráðnum á Tvøroyri. Tað merkir, at Kristin Michelsen, borgarstjóri, nú er í minniluta. Nýggi meirilutin hevur tó ikki skipað seg meira enn so, at enn vantar nýggja valdsbýtið at verða sjónligt í nevndunum í býráðnum.

 

 

Nýggi meirilutin hevur nevniliga sett sær fyri, at fáa formansskapin í øllum nevndunum á Tvøroyri. Fíggjarnevndin verður tó framvegis rikin við Kristini Michelsen á odda, tí borgarstjórin er altíð formaður í fíggjarnevndini.

 

 

Eftir ætlan skuldi nevndarval verða á skránni á býráðsfundi í dag klokkan 17.00. 29. desember í fjør royndi nýggi meirilutin fyrstu ferð at fáa nevndarval á skránna, men hesum sýtti borgarstjórin fyri. Við in.fo tá segði Kristin Michelsen, at orsøkin til, at hann sýtti fyri at seta nevndarval á skránna á býráðsfundinum 29. desember var, at tað var brot á gamla siðvenju. Borgarstjórin segði eisini tá, at tann seinasti býráðsfundurin í árinum er eitt sindur serligur, og tað hava ongantíð verið stórmál til viðgerar á tí fundinum. Hann helt eisini, at tað tað vildi verið órímiligt at kravt, at umsitingin skuldi fáa eyka arbeiði í jólafrítíðini av hesum máli.

 

 

 

Nú er jólafrítíðin so farin, og býráðsfundur skuldi vera á Tvøroyri í dag. Men á heimasíðuni hjá Tvøroyrar kommunu sæst, at fundur er fyribils útsettur. Einki stendur um, hví fundurin er útsettur ella nær hann so verður á skránni. Nýggi meirilutin er Bjarni Hammer, Bogi Johannesen, Súsanna Bertholdsen og Kristina Roest.

 

 

In.fo fylgir málinum.