Enn eru eingi tekin um, at tær góðu tíðirnar í Føroyum eru við at hæsa av - í hvussu so er ikki eftir skattainntøkunum hjá landi og kommunum at døma.
Í alt ár hevur gongdin verið tann, at inntøkurnar av skatti hava verið væl hægri enn í fjør, og tann gongdin heldur sær í nýggjastu uppgerðini hjá Taks, har inntøkurnar av skatti eru gjørdar upp frá januar til september í ár
Higartil í ár hava kommunurnar kring landið nevniliga fingið slakar 1,5 milliard inn í kommunuskatti tilsamans, og tað eru slakar 118 milliónir, ella 8,65 prosent meiri enn tær høvdu fingið frá januar til september í fjør.
Tað er bara ein kommuna í øllum landinum, sum hevur fingið minni inn í skatti higartil í ár enn í fjør og tað er ein av teimum allarminstu kommununum, nevniliga Fámjins kommuna.
Higartil í ár hevur Fámjins kommuna fingið 1.845.194 krónur inn í kommunuskatti og tað eru 44.653 krónur, ella 2,36 prosent minni enn í fjør.
Støðan er tann sama hjá landskassanum. Higartil í ár hevur landskassin fingið góðar 1,2 milliardir inn í vanligum skatti og tað eru 112 milliónir, ella 9,97 prosent meiri enn í sama tíðarskeiði enn í fjør.