Eitt av málunum hjá Sjóvinnustýrinum er, at Føroyar skulu førka seg upp eftir hvíta listanum hjá Paris MoU.
Paris MoU er ein altjóða avtala um skipasýn, at skipini lúka altjóða trygdarkrøv, at tey hava umhvørvisgóðkenning og at skipsmanningin hevur nøktandi livi- og arbeiðsumstøður.
Myndugleikarnir, ið halda sýnini, hava myndugleika at geva skipum átalu, um krøvini ikki eru møtt og loyvini ikki eru í lagi, og, um heilt illa stendur til, at halda skipunum aftur.
Fyrra hálvár í 2013 vóru tvey FAS-skrásett skip hildin aftur av útlendskum myndugleikum og Sjóvinnustýrið setti sær fyri, at herða eftirlitið við egnum skipum.
Hetta arbeiði sær út til at hava úrslit við sær. Meðan talið av kanningum í føroyskum havnum er nærum tað sama í ár sum í fjør, so er talið av brekum og viðmerkingum follið við góðum 40%, úr 108 niður í 64. Hetta talið er eisini lægri enn fyri fyrra hálvár í 2012, tá 78 viðmerkingar vóru gjørdar.
Á Sjóvinnustýrinum gleðast tey um, at úrslitini fyri fyrra hálvár eru væl innanfyri málini, tey settu sær við ársbyrjan, og vónirnar at náa málunum er góðar.








