Eingi samkynd í Iran

-Vit hava eingi samkynd í Iran, segði iranski frorsetin, Mahmoud Ahmadinejad, tá hann helt røðu fyri lesandi á Columbia University í New York í gjár. Forsetin er í USA í sambandi við tann árliga aðalfundin hjá ST. Tað hevur leingi ljóðað, at iransku myndugleikarnir fara illa við samkyndum, og at minst tvey samkynd eru tikin av døgum. Men hesum vísti Mahmoud Ahmadinejad aftur við at siga, at tað eru eingir samkyndir iranar.