Eindargjald
? Vøggustovurnar eru tær, sum eru harðast raktar, sigur Katrin Bjarnadóttir, leiðari á Vøggustovuni á Konmansmýru.
Stovnarnir eru ymiskt skipaðir. Til hvønn stovnin hevur tú eina normering um, hvussu nógv arbeiðsfólk skulu vera. Eitt nú eru fleiri arbeiðsfólk normerað til eina vøggustovu enn til ein barnagarð.
? Av tí at fíggjarveitingin frá kommununi er fyri hvørt barnið og gjaldið fyri hvørt barnið ikki er nóg høgt, so sigur tað seg sjálvt, at tá ein stovnur við fleiri arbeiðsfólkum pr. barn hevur minni pening til sjálvan raksturin, tá lønirnar eru trektar frá, greiðir Katrin Bjarnadóttir frá.
Katrin leggur dent á, at vøggustovan als ikki er ímóti eindargjaldinum. Tað hon kanska heldur fílist eitt sindur inn á er, at skotbráðið at tillaga seg var eitt sindur ov stutt, og stovnarnir hava tískil ikki nátt at gjørt tær neyðugu tillagingarnar.
Verri fyri
Tað kann tykjast sum um býráðsumsitingin kanska ikki hevur tikið hædd fyri øllum, ið takast skal hædd fyri, tá eindargjaldið varð ásett. Spurningar sum hvørjum lønarstiga pedagogarnir eru á og vasking hóska ikki rættiliga saman við gjaldið.
? Vit her uppi á Konmansmýru hava fleiri pedagogar á síðsta lønarstiga, og fáa teir tí meira í løn enn pedagogar, sum ikki hava arbeitt so leingi. Gjaldið fyri vasking í vøggustovu er pr. barn, og kravt er at gólvvíddin í vøggustovuni skal verða størri enn gólvvíddin í barnagarði. Hetta er nakað til dømis nakað, ið hædd ikki er tikin fyri.
Vøggustovan á Konmansmýru hevur eftir verandi skipan til dømis ikki ráð til avloysarar til stytri sjúkralegur.
? Tær longru sjúkralegurnar klára vit, tí tað fáa vit endurgoldið frá kommununi, men um sjúkralegan er stutt, hava vit ikki ráð til tess. Vit eru skipað sum ein stovnur, og tað vil siga, at vit gjalda millum annað fyri bókhald, olju og streym, og tað ger at hesir pengarnir verða skornir burtur onkra aðrastaðni.
Katrin Bjarnadóttir sigur, at eindargjaldið í sær er fínt. Tað setur krøv til stovnin at gera røttu prioriteringarnar.










