Einarmaður móti heimsins bestu

Einarmaði boksarin, 32 ára gamli Nick Newell, fær nú møguleikan at royna seg móti heimsins besta í MMA-kapping.

Einarmaði boksarin, 32 ára gamli Nick Newell, fær nú møguleikan at royna seg móti heimsins bestu í MMA, Mixed Martial Arts-kappingini og í sonevndu hybrid-greinini. 

 

Vinstri armur á amerikanaranum er bara hálvur, tí niðari partur varð tikin eftir føðing. Úr alboganum og niður er hvørki hond ella fingrar.

 

Men, hetta heldur ikki hinum 32 ára gamla aftur í at jagstra stóra dreymin. Hann vil nevniliga kappast millum bestu boksarar í MMA-kappingini.

 

Í apríl í ár fekk Nick Newell at vita, at hann fær møguleikan at luttaka í reality-sjónvarpssendingini, Dana White's Tuesday Night Contender Series.

 

Tað veit ESPN at siga.