– Eg vænti, at einaferð í framtíðini fara vit at gevast at drepa grind. Tað helt Hans Jacob Hermansen, fyrrverandi formaður í Grindamannafelagnum.
Hendan dagin var hann í beinleiðis kjaki við Michael Monberg, sum er ein av stigtakarunum til einn nýggjan flokk, Veganerpartiet, sum ætlar at stilla upp á næsta fólkatingsvali.
Í hesum døgum er Michael Monberg í Føroyum, her hann roynir at varpa ljós á grindadráp, eisini fyri danskarum, í eini roynd at fáa fleiri veljarar.
Tað er Umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd, sum hevur bjóðað honum til Føroyar, men hann legði dent á, at hann er líka nógv her sum djóraverndarmaður, sum hann er her sum komandi politikari.
Hóast Hans Jacob Hermansen tvíheldur um okkara rætt at gagnnýta okkara. náttúrutilfeingi, væntar hann eisini, at tað kemur ein dagur, har vit fara at gevast at drepa grind.
Annars gav hann Michael Mong somu grundgevingar fyri grindadrápinum, sum vit altíð gera mótvegis útlendingum, nevniliga, at veiðan er burðardygg og at drápshátturin er munandi batnaður. Og samstundis vísti hann staðiliga aftur, at grindadráp er ítróttur og undirhald, sum nógv mótstøðufólk vilja gera tað til.
– Allastaðni í heiminum liva fólk eftir teimum fortreytum, sum náttúran hevur givið okkum og tað hava vit í Føroyum eisini gjørt. Vit hava lært at virða nátturuna og at troyta hana – men ikki at eyðræna hana, segði Hans Jacob Hermansen.
– Og hetta er eitt náttúruríkidømi, sum vit gagnnýta burðardygt. Vit hava lært at virða nátturuna, legði hann afturat.
Men hann væntar eisini, at einaferð í framtíðini fara vit at gevast at drepa grind. Tað kann vera tí, at trupulleikarnir verða ov stórir, ella tað kann vera tí, at grindin verður so nógv verri dálkað av heilsuskaðiligum evnum, at hon als ikki verður mannaføði.
– Grindadráp er ein siðvenja, men tað ber ikki til at halda lív í tí, bara tí at tað er ein siðvenja. Men eg haldi, at tað hevur elvt til móttrýst, at umhvørvisfólk eru komin hendavegin í eini roynd at tvinga okkum at gevast. Tað verður uppfata sum ágangur, sigur Hans Jacob Hermansen.
Hóast Michael Monberg ásannaði, at tað er Sea Shepherd, sum hevur bjóðað honum til Føroyar, royndi hann annars at leggja sjógv ímillum Sea Shepherd og Veganerpartiet.
Tað, tey hava til felags, er stríðið fyri at bjarga djórum, segði hann. Men hann ásannaði eisini, at eftir at hava verið í Føroyum, hevur hann fingið eina meiri fjøltáttaða mynd av Sea Shepherd.