Tað hevur verið stórur saknur á Old Trafford síðani 2009, tá Cristiano Ronaldo fór frá Manchester United til Real Madrid. Men nú er líkt til, at Manchester United vil strekkja seg langt fyri at fáa Cristiano Ronaldo heimaftur til Old Trafford.
Spanska ítróttarblaðið "Fichajes" skrivar, at Manchester United er til reiðar at lata eina upphædd til Real Madrid, sum svarar til næstan eina miljard krónur í okkara peningi, fyri at Cristiano Ronaldo kann tørna út fyri United aftur.
Manchester United er til reiðar at lata Cristiano Ronaldo eina ársløn, sum svarar til umleið 160 miljónir krónur í okkara peningi.
Trupuleikin hjá Manchester United er, at franska høvuðsstaðarfelagið, Paris Saint Germain yvirbjóðar, og er til reiðar at bjóða 1,12 miljardir krónur í okkara peningi fyri at tryggja sær undirskriftina hjá Cristiano Ronaldo.