Ein øvundarmaður

Dan R. Petersen
javnaðarmaður

Tað var ein heldur sjaldsom jólaheilsan, Bill Justinussen, umboð fyri ta lokalpolitisku sektina, Miðflokkin, hevði í bløðunum 21. desember.
Hóast valevni til fleiri løgtingsval so tykist Bill ikki at skilja, hvør uppgávan hjá einum løgtingsmanni er. Mínar atkvøður sløðast um alt valdømið, og eg kenni skyldu fyri allari oynni og eri lóggevari fyri alt landið. Og soleiðis meti eg, at teir flestu tingmenn hava tað. Tað kennist undarligt at verða skuldsettur fyri at vera ímóti Skálafjørðinum, har eg havi livað míni flestu ár, og har stórt sæð øll mín familja býr.
Tað tykist eisini løgið, at Bill av øllum skal halda seg til at leggja øðrum lag á, hvussu stillast skal upp. Veljarin er ikki soleiðis at reka í rætt, tað veit Bill betur enn nakar annar. Í seks av sjey valdømum er hansara flokkur als ikki umboðaður, og hansara persónligu atkvøðutøl eru av slíkum slag, at eg als ikki vil seta tey á prent.
Men boðini eru greið: Nú gongst so væl hjá Runavíkini, at tingmenn aðrastaðni frá skulu flytast til kommununa, sum vóru teir almennir stovnar so sum sýsluskrivstova, gjaldstova ella apotek.
Jú, tað gongur væl á Skálafjørðinum, og tað gleðast øll um. Men Fuglafjørður smæðist sanniliga ikki burtur. Eg hugsi ikki, eg fari skeivur, tá eg sigi, at Fuglafjørður í mun til fólkatalið er størsta vinnulívsbygd í landinum. Men um øvundarmaðurin, Bill fegnast um tað, man vera ivasamt.
Hvussu aðrir stilla upp, má vera teirra sak. Vit í okkara flokki hava haft eina fasta skipan við einum valevni í hvørjari av teim størstu kommununum. So har er ongin taktikkur móti nøkrum. Síðan 1936 hevur Eysturoyggin haft javnaðarumboð á tingi burtursæð frá einum valskeiði. So sigast má, at vit hava haft ein trúgvan og stabilan veljaraskara. Men vit hava ikki haft nakra ávísa háborg sum t.d. sambandsflokkurin á Toftum. Tí hevur javnaðartingmaðurin skift millum bygdir, hvørja ferð tann gamli hevur lagt frá sær. Okkara fyrsti tingmaður Hans Jacob Poulsen búði á Eiði. Eftirmaður hansara Joen Símun Heinesen búði á Leirvík. So kom tann legendariski Jákup Frederik Øregaard, ið sat á tingi í 38 ár. Hann var leirvíkingur og búði í Gøtu. Eftir hann kom Jørgen Thomsen, gøtumaður búsitandi á Skála. Og í løtuni er tað undirritaði, saltnesmaður búsitandi í Fuglafirði til Bill?s mikla trega, sum havi tann heiður at umboða javnaðarflokkin í Eysturoynni.
Hvat sigur Tordur Niclassen, nú partamaðurin setir ein atkvøðumúr runt Skálafjørðin? Hetta er eisini eitt praj um ikki at velja Tord.
At summir hava eitt lærarakompleks, havi eg onki problem av. Tað hevur óiva sínar orsøkir, sum alt annað her í lívinum. Okkurt skisma, sum ulmar í sálardýpinum.
Viðmerkingin hjá Bill er ætlað at seta ilt blóð millum økir, ið arbeiða væl saman. Tí er tað vamlisligt at lesa endan, har hann skoytir lívsvirðir, mentan og tað kristna lívssýnið uppí. Hykl! Annars lystir meg at síggja tann fuglfirðing, ið er hugaður at standa á lista við Bill Justinussen.