Sjónleikur
Leikurin um Macbeth telist millum kendastu verkini hjá William Shakespeare. Leikurin snýr seg um herðføraran Macbeth, sum gerst so mikið maktsjúkur, at hann ynskir sjálvur at gerast kongur, og hann drepur kongin, ið hann so trúfast hevur tænt undir í mong ár.
Leikurin um Macbeth er vorðin spældur óteljandi ferðir kring allan heim, og nú er leikurin eisini komin til Føroya. Tað, at spæla Shakespeare, er ikki nakað, ið vit hava sæð oftani í Føroyum.
Fyri nøkrum árum síðani varð Dreymur Jóansøkunátt ella A Midsummernight?s Dream framførdir í Føroyum. Vit skulu heilt aftur í sekstiárini fyri at finna nakar verk av Shakespeare verða framført í Føroyum.
Ætlanin við hesum leikinum er sprotin burturúr einum hugskoti hjá fýra monnum, sum gingu á sjónleikaraskúla í Finnlandi. Nú er verkætlanin vorðin veruleiki, og fyrstu sýningarnar verða í Føroyum, men vitjað verður eisini í øðrum Norðanlondum.
Útlendsku leikararnir eru eisini sera fegnir um at fáa at spæla í Føroyum og ?geva okkurt til Føroya?, sum teir taka til.
Sum áður nevnt er Macbeth ein nógv spældur leikur, men áskoðararnir skulu tó vænta nakað øðrvísi hesaferð.
Orsakað av málsligu tvøleikunum og stlílinum hjá leikstjóranum verður talan um eina sera visuella framførslu. Tey eyðkendu temaini verða tó varðveitt, men nakað serstakt er við hesari norðurlendsku útgávuni, sum verður framførd á gamal Meiarínum fríggjakvøldið, fyri fyrstu ferð. Frásøguhátturin er rættiliga visuellur ljóðar tað støðugt frá leikarum og leikstjóra, meðan venjingarnar eru á gamla Meiarínum.
Pallmyndin er eisini rættiliga einføld. Soleiðis verður tað eisini lættari at fara út at ferðast við leikinum.
Leikurin hevur eisini fingið eitt sindur av skemti, sum kanska ikki var so nógv av áðrenn. Orsakað av umstøðum, so er leikurin rættiliga nógv lagdur til rættis eftir tørvi. Leikararnir spæla flestir fleiri leiklutir, og tann annars so stórslidna pallmynd í Macbeth verðurher býtt um við meira intensar løtur á einum smærri palli.
Leikararnir hava lagt eitt størst arbeiði í venjingarnar yvir longri tíð. Tey, ið vilja síggja hesa norðurlendsku Shakespeare útgávu, kunnu síggja leikin á gamal Meiarínum frá í kvøld av, og leikurin eigur so avgjørt at verða verdur at hyggja at.
.