Ein viðurkenning av okkara arbeiði

Eftir at hava samráðst síðani í summar, varð sáttmáli undirskrivaður í gjárkvøldið millum Fíggjarmálaráðið øðrumegin og Almanna- og Heilsurøktarfelagið og Psykiatrifelagið. - Nýggi sáttmálin er ein viðurkenning frá Fíggjarmálaráðnum av arbeiði okkum sum heilsurøktarar, siga Jóhanna Køtlum og Sjúrður Norðbú, sum hava samráðst saman fyri bæði feløgini.

Nýggi sáttmálin er galdandi fram til 1. oktober 2010 og er, sambært teimum báðum eitt greitt tekin um, at virðingin fyri arbeiðinum hjá heilsurøktarum kann lesast millum linjurnar í sáttmálanum.

- Í míni verð tóktist lítil ivi vera um, at tey untu okkum ein slíkan sáttmála, sigur Sjúrður Norðbúð við einum brosi.

Formenninir í báðum feløgunum eru samdir um, at samráðingarnar hava gingið sera væl ? og hava verið merktar av virðing millum báðar partarnar.

Almanna- og Heilsurøktarfelagið og Psykiatrifelagið hava áður bæði samráðst fyri seg og saman, men við hesar samráðingarnar var eingin ivi um, hvat rættast var at gera.

Hetta hava verið góðar samráðingar og í góðum anda. Feløgini arbeiða saman og halda til undir somu lon, og sum skilst er áhugi fyri at arbeiða fram ímóti, at tey so líðandi fara at gerast eitt einstakt felag fyri heilsurøktararnar.

Hetta byrjandi samstarvið kunnu teir umleið 300 limirnir í báðum feløgunum longu fegnast um. Eitt úrslit av hesum er, at tað besta úr báðum sáttmálunum er sligið saman í ein góðan sáttmála fyri allar heilsurøktararnar kring landið.

- Her er nógv nýtt og gott í sáttmálanum. Talan er hálvavegna um eina upprudding í teimum undanfarnu sáttmálunum og ein útgreining, og tí kunnu vit ikki annað enn vera fegin um úrslitið, siga tey bæði.