Forkvinnan í Starvsmannafelgnum, Selma Ellingsgaard, handaði seinnapartin í dag Kaj Leo Johannesen, løgmanni og samráðingarleiðara, eitt mótmæli frá fleiri enn 30 fakfeløgum ímóti at skatta pensjónir við inngjald heldur enn við útgjaldi.
Handanin fór fram á Gamla Apoteki í dag, har teir fýra flokkarnir, Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin, Miðflokkurin og Sjálvsstýrisflokkurin samráðast um nýggja samgongu.
Tað er soleiðis, at flokkarnir, sum samráðast um samgongu, eru farnir at rokna uppá avleiðingina av at skatta eftirlønir við inngjald heldur enn útgjald.
Løgmaður segði, at samráðingarfólkini fara at kanna hetta mál væl og virðiliga, áðrenn nakað verður sett í verk.
- Bæði samfelagsbúskaparliga og fyri einstaka uppspararan verður tað ein vanlukka, um eftirlønin verður skattað við inngjald heldur enn við útgjald.
Tað sigur Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur og komandi stjóri í Føroya Lívstrygging, við Kringvarpið.