Ein vátur kinesari í Løgtinginum

- Tað sigur seg næstan sjálvt, at tá ið Tjóðveldi og Sambandsflokkurin kunnu semjast um eitt tjóðskaparligt mál, er okkurt vindandi galið. Tórbjørn Jacobsen næstformaður í Tjóðveldi, er so misnøgdur við uppskotið um eina nýggja stjórnarskipan, at fær hann ikki eina heilt góða forkláring, fer hann slett ikki at atkvøða fyri uppskotinum.

Uppskotið, sum varð til viðgerðar mitt í vikuni, er úrslitið av einum arbeiði, sum byrjaði fyri heilum 11 árum síðani og sum hevur kostað 13 milliónir.

Men tað, sum er komið burturúr, er eitt stórt vónbrot fyri næstformannin í Tjóðveldi.

- Hetta er ikki annað enn ein vátur kinesari, sigur hann.

Tórbjørn Jacobsen sigur, at í hansara hugaheimi var ongantíð nakar sum helst ivi um, at endamálið við hevur drúgva arbeiði var at smíða eina grundlóg fyri tí føroyska statinum.

Samstundis hevur umsitingin í Løgtinginum gjørt vart við, at hetta uppskotið hevur sprongt karmarnar fyri tað, sum Løgtingið hevur heimild til, tí hetta er at lóggeva ímóti bæði grundlógini, heimastýrislógini, stýriskipanarlógin og tingskipanini.

- Men tá ið málið var til viðgerar, siga limirnir í nevndini, at soleiðis skal hetta als ikki uppfatast, tí hetta er ikki annað enn eitt amboð, sum kann brúkast til hvat sum helst.

Hann sigur, at hann hevur til fánýtis spurt, hvør avleiðingin verður av at samtykkja hetta uppskotið.

- Men eg fái onki svar!

Tórbjørn Jacobsen sigur, at hjá honum er ongin ivi um, at hetta er endað við, at nevndin hevur lagt dentin á at finna tann lægsta felagsnevnaran bara fyri at koma til eitt ella annað úrslit, har teir báðir mótpólarnir í føroyskum politikki, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin, kundu toyggja seg langt yvir um miðjuna eftir eini semju.