Fótbóltur
Tað er rárasta hending, at eitt føroyskt felag sendir ein leikara beinleiðis til eitt Premier League felag. Síðsta mánadag upplivdi Kristjan á Neystabø eina slíka serstaka løtu, tá Ingi Højsted skrivaði undir við Birmingham City.
- Tað hevur heilt avgjørt stóran týdning fyri felagið, at vit kunnu vera við til at senda ein leikara, ið er uppvaksin í felagnum, til eitt stórt felag sum Birmingham. Vit eru errin av at hava havt møguleika at menna ein leikara sum Inga, sigur Kristjan á Neystabø um skiftið hjá Inga Højsted til Birmingham.
Fyrimynd
Hóast B36 nú missir ein av bestu leikarunum frá farna kappingarári, er tað ikki við tungum sinni, at tey nú siga Inga farvæl í B36.
- Vit missa avgjørt ein góðan leikara, sum á heilt ungum árum hevur verið ein av berandi kreftunum á FM-liðnum hjá okkum og harumframt hevur vunnið sær fast pláss á landsliðnum, men hinvegin er tað eisini ein heiður fyri felagið, at Birmingham vísir einum av okkara leikarum áhuga, sigur Kristjan. Hann leggur afturat, at Ingi er ein, sum altíð trýr uppá seg sjálvan, er ágrýtin og er viljasterkur sum fáur.
- Tá Ingi fór til Arsenal í 2001 vóru vit eisini rættiliga errin, tí tað er ikki á hvørjum, at vit senda leikarar úr B36 til feløg í Premier League, sigur Kristjan á Neystabø at enda.