Ein stórur statsmaður vitjar Føroyar

Hann kom, hann sá, hann sigraði

Allir flokkar á tingi kappast um rósa statsministaranum fyri hansara politisku loysnir á øllum økjum. Løgmaður var ovurfegin á tíðindafundinum, og hann brast í látur fyri opnum sjónvarpskýggja tá tíðindafólk spurdu um skiftistíðin fyri loysingini var viðgjørd.
Varaløgmaður lovprísaði øllum sum sagt var, og fekk tað burturút, at sjeymílastyvlarnir máttu takast í brúk, so hann sjálvur ikki varð yvirhálaður av loysingini.
Formaður Javnaðarflokksins var himmalfegin. Hann hevði sum so mangan áður fingið allan rættin. Sjálvstýrislógin hevði fingið bláa stemplið frá Anders Fogh, eins og frá undanmanni hansara.
Sambandsformaðurin, sum allan dagin hevði gingið við Nýskipanaruppskoti floksins undir arminum, skilti púrt onki. Hon helt seg ikki koma í tankar um nakað orð, av øllum tí sum statsministarin segði, sum ikki stendur svart uppá hvítt í Nýskipanaruppskoti Sambandsflokksins.
Um tað so vóru orð Statsministarans fyri trimum árum síðan á baksíðuni av Nýskipanaruppskotinum, so standa tey óbroytt í dag.

Statsmaður á brúnni ? og ein fiskiklógv.
Eins og ein góður skipari, sum ætlar sær at gera ein góðan túr, lurtaðið statsministarin væl eftir veðurvánunum, pikkaði á barometrið, hugdi uppí luftina, visti av royndum alt um streymviðurskifti og valdi sær rætt sjóvarfall.
Leiðin farast skuldi henda túrin var ikki sørt vandamikil. Navigerast mátti neyvt ímillum politiskar bogar og sker. Túrurin kundi miseydnast. Skiparin undan honum var mangan komin aftur ongul í reyv, illa tuskaður.
Reiðaríðið heima var samt um at skiparatreytirnar vóru uppá ein prikk tær somu, sum hjá undanmanni hansara. Gud náði hann um tær treytirnar ikki vóru yvurhildnar. Helst avkoyrdur!
Línan var eisini tann sama hendan túrin sum hjá undanfarna skiparanum. Onkur fløkjustampur var eisini eftir frá seinasta túri.
Hvat var til ráðar at taka? Tað mátti egnast betur, við nýggjum agni, helst feskari goggu, tað finst onki betur.
Hann valdi eisini tað besta agnið, Nýskipanaruppskot sambandsflokksins, fór glaður avstað og kom á fiskileið við einum stórum smíli.
Tað var á hvørjum húki. Tann beri toskur, stórur toskur, teir flestu høvdu kíkað so tilbar at draga við fullari ferð.

Gløgt er gestsins eyga
Hvat siga útlendingar um Fiskiskapin, sum vardi minni enn eitt samdøgur?
Politikken frá 16. januar sigur tað soleiðis: ? Fogh udretter allerede under det første møde med Kallsberg noget, der hurtigt udlægges som et mirakel. De enes om at fabrikere en fælleserklæring. Ni beskedne linjer med et yderst beskedent indhold. > Regeringen er indstillet på at samarbejde om landstyrets ønsker om overtagelse af yderligere sagsområder indenfor grundloven og rigsenhedens rammer < lyder den sentrale passage.? Anfinn Kalsberg ligner selve solen, da hann træder ud ad døren.
Om aftenen spiser Anders Fogh Rasmusen middag sammen med det samlede Landstyre. Stemningen er i top da Fogh tager ordet og sammenfatter dagens bedrifter.
? Alle har sagt , at det, der står i den tekst, er lige nøjagtig deres politikk? siger han og får dem alle sammen til at grine, selv om det på en måde er dem selv, de griner af.
?Jeg er altså kommet som en fredens engel i det færøske samfund ? fortsætter hann.
Næste morgen har Anfinn Kallsberg et sidste møde med Fogh. ?Vi taler ikke længere forbi hinanden? konkluderer lagmanden, inden statsministeren letter fra Vágarlufthavnen. I vindstille og næsten klart vejr.

Vit onnur kunnu bert undrandi hyggja, lurta og spyrja. Er Anders Fogh Rasmusen veruliga so avbera stórur og genialur statsmaður, sum úrslitið ber boð um. Ella er manningin hinu megin borðið ov løtt ?