Ein stór uppgáva við einum prominentum gesti

(Ljóðsamrøða) Hoyr Trónd Arge meta um HM-undankappingardystin millum Føroyar og Portugal

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr upptaktsprátið Heri Simonsen hevur gjørt við Trónd Arge, ítróttarfrásøgumann og viðmerkjari í samband við, at Føroyar og Portugal spæla HM-undankappingardyst á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.45.

 

Tróndur Arge slær fast, at talan verður um eina stóra uppgávu fyri tað føroyska fótbóltslandsliðið, har ein sera prominentur gestur, Cristiano Ronaldo kann gerast munurin millum liðini.

 

Tróndur Arge vónar og væntar eitt gott føroyskt avrik, men er ógvuliga dempaður tá tað kemur til realistisku útlitini hjá Føroyum at fáa ein javnleik í kvøld. Um so verður, so verður tað javnleikur 1-1, tí sterka portugisiska verjan kemur ikki at lata nógv mál inn.

 

Tróndur Arge sigur frá dystinum á Rás2. Upptaktssendingin á Rás2 byrjar klokkan 17.20. Aftaná dystin verður, sum vant sendingin "Triði Hálvleikur". Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.