Ein skandala, sum má takast upp

Tað einasta hendan samgongan hevur gjørt fyri fátæk, er at taka mat frá teimum

- Hetta er ein skandala, sum vit taka upp í tinginum.

 

Tað staðfestur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

 

Á Landsfundinum hjá flokkinum í dag staðfesti hann, at Miðflokkurin hevur lagt stóran dent á, at hjálpa fátækum. Eitt nú er eitt álit um fátækamark skrivað, sum tað ber til at arbeiða eftir.

 

Hann vísir eisini á, at flokkarnir, sum sótu í andstøðu kravdu at kalla tingið saman at játtað pening til tey fátækastu børnini í landinum.

 

Samgongan vildi bíða til á ólavsøku, men tað átalaði andstøðan harðliga, tí tey fátækastu børnini kundi ikki bíða til á ólavsøku eftir hjálp.

 

Teir flokkarnir, sum sótu í andstøðu tá, sita nú í samgongu, og hóast tað nú skjótt eru tveir mánaðir síðani, at samgongan varð skipa, er enn einki hent til frama fyri tey fátækastu.

 

- Tað hevði ikki størri skund enn so, staðfesti Bill Justinussen, turrisliga

 

Hann sigur, at tað einasta, sum er hent í sambandi við tey fátæku í hesum samgonguskeiðnum, er, at nú er matur tikin frá teimum.

 

Hann sipar til, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur givið boð um, at matur, sum er útgingin, skal tveitast burtur, og ikki latast øðrum at eta. Annars hava hjálparfelagsskapir fingið hendan matin og hava latið fátækum hann.

 

Bill Justinussen sigur, at hetta er ein gøla, sum Miðflokkurin fer at taka upp í Løgtinginum.

 

Klárar løgtingið ikki at broyta hesa mannagongdina, ella er støðan tann, at Føroyar liggja so undir fyri ES, at hetta skal halda fram, er tað elendigt, heldur Bill Justinussen.

 

Les eisini Sosialin hetta vikuskiftið, har Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna í almannamálum, sigur, at ongin játtan verður til fátæk børn í ár.