Ein seinasta heilsan til Finn Helmsdal

Fríggjadagin 5. desembur, andaðist Finnur Helmsdal, løgtingsmaður, bert 56 ára gamal. Tað er við góðum minnum og kensluni av virðing og takksemi, vit minnast løgtingsmannin, sum ikki var bangin fyri at siga sína hjartans meining, bæði við floksfelagar og partapolitiskar mótstøðumenn.

Sárt kennist saknur, tá kappar falla.

Tað tynnist í vinar skara.


Skjótt kunnu lívið og umstøðurnar broytast hjá okkum menniskjum.


Tá tingfólk á Ólavsøku samlaðust til tings, eftir at hava verið í summarfrí síðani 31 mai, sást sjónliga, at ein av starvsfeløgum okkara, Finnur Helmsdal, var álvarsliga merktur av sjúku. Hann kendi støðuna og fall ikki í fátt, men hevði eina fasta vón um, at tað fór at ganga rætta vegin. Men, nú komið var út í advent, var tímaglasið hjá Finni útrunnið. Hann er ikki okkara millum longur, og æviskeið hansara á fold gjørdist fimmtiseks ár.


Finnur virkaði sum løgtingsmaður fyri Tjóðveldi frá 1998 til 2002, bleiv afturvaldur í 2004 og sat til miðan september 2008. Hann hevði útbúgving og stóra vitan um sosialmál, og fylti hetta eisini nógv í arbeiði hansara á løgtingi. Hann var nærlagdur, setti seg væl inn í málini, og tað var ein fragd at lýða á talur hansara, eisini tí at hann var bersøgin og frá tingsins røðarapalli kundi siga tað óvæntaða, bæði við floksfelagar og partapolitiskar mótstøðumenn.


Somu eginleikar komu eisini til sjóndar í leiklutinum sum ítróttarviðmerkjari í Útvarpi og bløðum. Hann hevði eina stóra og breiða vitan um ítrótt herheima og uttanlands. Eisini her var Finnur kontantur í sínum viðmerkingum og ofta beinrakin í sínum forsøgnum.


Vit vóru ósamdir um ymisk mál, og stundum var orðadrátturin harður. Nú fjørðurin hjá Finni er rógvin, og ein hyggur í bakspegilin, er tað við góðum minnum og kensluni av virðing og takksemi.


Vegna Sjálvstýrisflokkin skal eg takka Finni fyri gott samstarv og vinarlag. Tykkum, ið vara av, Jórun, børn og familju, vil eg ynskja Harrans signing og troyst í sorgini og sakninum. Vit eru mong sum drýpa høvur í samkenslu við tykkum.


Friður veri yvir minninum um Finn Helmsdal.



Kári P. Højgaard, formaður