Ein politiskur trupulleiki

Landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm ásannar, at málið um Frítíðarskúlan á Tvøroyri er eitt politiskt trupulleiki fyri seg. Hann er kortini ikki bangin fyri niðurstøðuni hjá Løgtingsins Umboðsmanni í málinum, tí formligu viðurskiftini eru í lagi, sum hann málber seg

?Hetta er eitt ógvuliga keðiligt mál , sum eg fyri alt í verðini vildi verið fyriuttan. Málið er avgjørt ikki nakað, sum eg eri fegin um -heldur tvørtur ímóti.
Landsstýrismaðurin, Hans Pauli Strøm, ásannar, at trætan um setanina av leiðaranum á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri er ein politiskur trupulleiki.
?Tað er ongantíð hugaligt at vera ósamdur og í stríði við fakfeløgini, og tað ein politiskur trupulleiki, eisini fyri meg persónliga, og tað eri eg keddur av, vísir landsstýrismaðurin á.
Framferðarhátturin hjá Hans Paula Strøm og Almanna- og heilsumálaráðnum í málinum um leiðaran á Frítíðarskúlanum á Tvøroyri hevur fingið øði í Føroya Pedagogfelag, sum hevur kært landsstýrismannin fyri Løgtingsins Umboðsmann. Hans Pauli Strøm ber ikki stórvegis ótta fyri niðurstøðuni hjá Umboðsmanninum
?Nei eg eri ikki bangin fyri niðurstøðuni, tí eg eri sannførdur um, at vit hava formligu viðurskiftini í lagi, sigur landsstýrismaðurin.

Semjan
12. september varð sonevnda semjan gjørd millum Tvøroyrar býráð og landsstýrismannin í almanna og heilsumálum í málinum um leiðaran á Frítíðarskúlanum.
Spurdur, hvør bakgrundin var fyri semjuni, svarar Hans Pauli Strøm, at hann fyrst og fremst ynskti at gera Tvøroyrar býráð greitt, hvat dagstovnalógin kravdi í samband við setanina av leiðararnum á Frítíðarskúlanum.
?Umframt at finna eina semju, so vit kundu sleppa undan einum stríði, var ætlanin eisini við fundinum at kunna býráðið um ætlaninar at endurskoða dagstovnalógina. Ein av mongu broytingunum var millum annað grein 8, sum umfatar førleikakrøv hjá leiðarum á frítíðarskúlum.
Á fundinum millum Tvøroyrar býráð og landsstýrismannin koma partarnir fram til eina semju. Býraði bindur seg til at fáa viðurskiftini í samband við setanina í rættlag, meðan landsstýrismaður sigur seg vilja taka stig til at broyta dagstovnalógina.
Hví bindur landsstýrismaðurin seg í eini avtalu við einstaka kommunu at broyta dagstovanlógina?
Eg haldi ikki, tú kanst siga, at eg bindi meg til nakað. Eg kunnaði bert kommununa um, at ætlanir eru um at broyta dagstovnalógina. Hetta varð gjørt fyri, at kommunan kundi vísa størri forstáilsi fyri avgerðini hjá mær, har eg álegði teimum at taka setanina aftur, svarar Hans Pauli Strøm.
Á fundinum millum Tvøroyrar býráð og landsstýrismannin eru bert fýra mans umboðaðir. Hans Pauli Strøm umboðaði einsamallur Almanna- og heilsumálaráðið, og Kristin Michelsen, Sverre Midjord og Heri Mortensen vóru fyri Tvøroyrar býráð

Hví hevði tú ikki ein embætismann ella skrivara frá ráðnum við á fundinum?
Eg fór í Suðuroynni øðrum ørindum(Umrøddi studentaskúlan í Vági, blðm). Sæð í bakaspeglinum skuldi eg havt fólk frá ráðnum við mær, tað var kanska býtt gjørt av mær.
Hví vóru bert tríggir býráðslimir á fundinum?
Eg fekk at vita, at tað er sosiala nevnd á Tvøroyrar býráð, sum fremur setanina, og tí var bara hon umboðað.

Skiftir ham
Í málinum um setanina av leiðaranum í Frítíðarskúlanum hevur Hans Pauli Strøm fleiri ferðir havt knívin á barkan hjá Tvøroyrar kommunu, um hon ikki tók setanina av læraranum. Kortini gekk landsstýrismaðurin valinum hjá Tvøroyrar kommunu á møti, tá hann mánadagin staðfesti, at lærararin verður fyribilsleiðari á Frítíðarskúlanum hetta skúlaárið út.
Hví hevur landsstýrismaðurin brádliga skift støðu?
Kommunan fekk at vita, at hon skuldi viðgera málið av nýggjum. Vit gjørdu kommununi greitt, at tað kundu bert verða tvey úrslit av tí viðgerðini. Antin varð námsfrøðingurin settur í starvið ella skuldi kommununa eftir fyrisitingarlógini grundgeva, hví hon ikki setti námsfrøðingin. Vit viðgjørdu svarið hjá kommununu , og vit mettu at, svarið lýkur formliga øll krøv, sum vit settu teimum.
Var grundgevingin so góð, at tit sum eftirlitsmyndugleiki kundu víkja frá dagstovnalógini?
Í svarinum leggja vit dent á, at vit bert eru eftirlitmyndugleiki á økinum, sum skal halda eyga við, at tað formella grundarlagi er í ordan. Tað er ikki okkara uppgávuna at gera av um ein grundgeving er betri enn ein onnur, men um lýkur hon formellu krøvini, og tað mettu vit, at kommunan gjørdi í hesum føri.

Er tað ikki eitt formelt krav, at dagstovnalógin verður hildin?
Jú, men í hesum førum skal eftirlitmynduleikin syrgja fyri. at tey formellu viðurskiftini eru i lagi, og grundgevingin hjá kommununi verður mett sambært fyrisitingarlógin at lúka krøvini.