Seinnapartin í gjár fór ein bilur út av vegnum í Hósvík. Vaktleiðarin á politistøðini greiðir frá, at bilførarin varð tikin upp á seks tímars regluna, og tað vísti seg, tá hann blásti í alkometrið hjá løgregluni, at tað gav ov stórt útslag, so har var blóðroynd tikin, og hann fær síðani eina skuldseting fyri rúsdrekkakoyring.
Ert tú ávirkaður innan fyri seks tímar eftir, at tú hevur verið í einum óhappi, so fellur hamarin.
Í gjáramorgunin var ein lítil eldur í einum bili í Miðvági, sum tó ikki hevði so nógv uppá seg.
Løgreglan fekk eisini fleir fráboðanir um, at eldur varð festur í deyðagras. Tað hendi á Toftum, har átaksleiðarin og sløkkiliðið fóru á staðið. Tann eldurin var rættiliga skjótt sløktur, tí onkur var skjótur við eini havaslangu. Staðfest var, at eldur kom í av eini rakett.
Úr Dali kom eisini ein fráboðan um, at eldur var komin í eina flagtekju, og tað hendi eisini av fýrverki. Har fingu tey sløkt soleiðis, at eldurin ikki kom ígjøgnum flagið.
Á Skipanesi vóru fólk eisini stúrin um at eitt bál fór at spreiða seg. Átaksleiðarin fór á staðið og tryggjaði sær, at vandi ikki var á ferð.
Vaktleiðarin sigur, at fleiri slíkar fráboðanir hava verið í nátt. Eisini í Vági, har heldur kom í deyðagras kring bálið, men tað fingu tey eisini sløkt rættiliga skjótt.
Klokkan 3 í nátt fekk løgreglan eina fráboðan um herverk í býnum í Havn, har ein handilsrútur var brotin. Løgreglan fekk fatur á einum manni, sum var so ólátaður, at hann varð tikin við á støðina at sova rúsin av sær. Hann fær helst eina skuldseting fyri brot á skilhaldsreglarnar og kanska eina fyri herverk eisini.
Klokkan hálgvum seks í morgun kom ein fráboðan um harðskap í Sørvági. Løgreglan skal tosa við fólk har seinni í dag og taka støðu til, hvat víðari skal henda í tí málinum.