Ein og hvør skal ikki sleppa at bjóða seg fram at viðgera fólk

Nú skúlu krøv setast til tey, sum bjóða seg fram at viðgera fólk fyri rúsdrekka- og rúsevna misbrúk. Tað er endamálið við einum uppskoti, Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, fer at leggja fyri Løgtingið nú í vár.

 

Verður uppskotið samtykt, sleppur ongin at bjóða seg fram at viðgera misbrúkarar, fyrr enn Heilsutrygd hevur góðkent tey. Endamálið við tí er at tryggja, at viðgerin hevur eina ávísa, fakliga dygd. Tað merkir, at viðgerarin skal hava nøktandi hølisviðurskifti og at starvsfólkini skulu hava viðkomandi útbúgvingar og royndir við rúsdrekka- og rúsevnaviðgerð.

 

– Mett verður, at slík krøv kunnu tryggja dygdina á viðgerðartilboðunum, til gagns fyri  tey, ið stríðast við misnýtslu av rúsdrekka ella rúsevnum og teirra avvarðandi, sigur Sirið Stenberg. Tað verður eisini eitt krav, at tey, sum hava tørv á rúsviðgerð á samdøgursstovni, skulu fáa ókeypis viðgerð.

 

Sirið Stenberg vísir á, at í dag eingin lóggáva á økinum, og tey, ið stríðast við rúsdrekka- og rúsevnamisnýtslu, hava heldur ikki nakran formligan rætt til at fáa ókeypis viðgerð. Men lagt verður afturat, at sum heild lúka núverandi viðgerðarstovnar treytirnar, ið verða settar í lógaruppskotinum.