Ein nýggjur gerandisdagur hjá Jógvani Kruse

- Tað er ein ógvuliga spennandi tanki at vera við til at mynda Sundalagið frameftir, sigur borgarstjórin í Sunda kommunu, Jógvan Kruse

 

 

Jógvan Kruse hevði ongantíð stillað upp til kommunuval áður, tá hann á valinum seinast gjørdist fyrst valdur og nýggjur borgarstjóri í Sunda kommunu. Men, kortini var hann ikki óroyndur í kommunalpolitiskum høpi, tí árini 2013 til 2017 var hann fíggjar-og fyrisitingarleiðari í Sunda kommunu.

- Eg havi altíð havt rættiliga stóran áhuga fyri kommunalpolitikki, tí eg havi fylt gongdini á síðulinjuni, síðan eg var ungur og kom at kenna konu mína og familju hennara, sigur borgarstjórin, sum er versonur Jógvan Mørkøre í Hósvík, ið var borgarstjóri í Hósvíkar kommunu í nógv ár. 

Tað var ein avbjóðing fyri kommunurnar í økinum, tá seks kommunur og 11 bygdir løgdu saman í Sunda kommunu hin 1. januar í 2005. - Sunda kommuna var helst hin størsta einstaka kommunan, og Hósvík var - og er framvegis - størsta einstaka bygdin, vísir nýggi borgarstjórin á.

Men, hvat sigur Jógvan Kruse um hesa fyrstu tíðina, nú hann hevur sitið í borgarstjórasessinum í stívliga tveir mánaðir?

- Hetta er ein nýggjur gerandisdagur, men hetta hevur eisini verið ein ógvuliga spennandi gerandisdagur, síðan eg setti meg í borgarstjórastólin. Tað er heilt víst ein spennandi tanki at vera við til at mynda Sundalagið frameftir.

Jógvan Kruse vísir á, at nývalda býráðið hevur fingið eina kommunu at umsita og virka í, sum hann heldur er rættiliga væl fyri. Her er væl útbygt, og hann heldur, at tey, sum nú skulu flyta kommununa fram á leið, hava fingið ógvuliga góðar fyritreytir av virka undir.

Borgarstjórin ásannar, at hansara gerandisdagur er nógv broyttur. 

- Nú fer ein størri partur av degnum til fundarvirksemi. Her eru kommunalir fundir, nevndarfundir, og her eru býráðsfundir, og vit eru sjálvsagt eisini partur av eitt nú kommunufelagnum og arbeiðsgevarafelagnum. 

Sum borgarstjóri dámar honum at vera í samband við fólk, og hann roynir eisini at vera eitt sindur úti um seg og prátar við fólk, sum hann hittir í økinum. - Jú, hetta er á nógvan hátt ein øðrvísi dagur enn dagurin, eg hevði frammanundan, sigur Jógvan Kruse.